HB var eyðmýkt í Klaksvík

Við stórum heimasigri sendi KÍ – fyribils í hvussu so er – HB úr gullstríðnum

KÍ hevur eftir seks umfør fulla úrtøku. KÍ vann í dag 4-0 heimasigur ímóti HB, og tað ber við sær, at KÍ hevur 18 stig, meðan HB hevur tólv stig. Fyri 10 døgum síðani fall HB í steypakappingini, tá ið KÍ vann 2-1 í Gundadali.

 

Serliga merkisvert í Klaksvík í dag var HB avrikið. Tað eydnaðist HB so at siga ikki at spæla seg til upplagdan málmøguleika, og sum seinni hálvleikur leið var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða.

 

Adolfo Sormani spenti álopsbogan, tá ið ein tími var farin, og hann brast. Síðstu løtuna svam heimaliðið í møguleikum, og høvdu heimamenninir verið eitt sindur neyvar, so høvdu teir skorað fleiri mál, og Bjarti Vitalis Mørk í HB málinum bjargaði fleiri ferðir sera væl.

 

Undan steðginum var talan fyri tað mesta um lítið áhugavert undirhald og lítið skipað fótbóltsspæl.

 

KÍ legði seg á odda, tá ið eitt korter var farið. Væl upplagdi Jonn Johannesen streyk ígjøgnum í vinstru, og tá ið hann legði flatt út frá baklinjuni, var Dan í Soylu óheppin at stýra bóltin í egið mál.

 

Í seinna hálvleiki skoraði KÍ trý mál. Stóri maðurin á heimaliðnum var Patrik Johannesen, sum eftir lítla tíma økti um munin til 2-0 eftir fínt innlegg úr høgru frá Filip Brattbakk, og hann átti næstsíðsta fótin á, tá ið Jákup B. Andreasen stútaði til 3-0 og við horna úr høgru, tá ið Odmar Færø við drønstútara staðfesti 4-0 sigurin.

 

 

 

KÍ – HB 4-0 (1-0)

 

1-0: sjálvmál 15.

 

2-0: Patrik Johannesen 57.

 

3-0: Jákup B. Andreasen 68.

 

4-0: Odmar Færø 74.

 

Dómari: Alex Troleis

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, René Shaki Joensen – Filip Brattbakk, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, Jonn Johannesen – Páll A. Klettskarð, Patrik Johannesen

 

HB: Bjarti Vitalis Mørk – Mathias Voss, Bartal Wardum, Heðin Hansen, Ári Mohr Jónsson – Heini F. Sørensen, Noah Mnéney, Dan í Soylu – Leivur Fossdal Guttesen, Jonas Enkerud, Lassana Faye