HB vann VFF Cup aftaná brotssparkskapping

HB vann VFF Cup finaluna ímóti Skála aftaná brotssparkskapping. NSÍ, AB, B36, og TB vunnu sínar plasseringsdystir

Finaludagurin í VFF Cup er á Tórsvølli og á ovara vølli í Gundadali í dag. Frankie Jensen, fyrireikari staðfesti í samrøðu við FM1 tíðliga í dag, at talan er um frálík fótbóltslíkindi í góðveðrinum í dag. 

 

HB vann VFF Cup. Finaludysturin endaði við javnleiki 2-2 aftaná 90 minuttir, og vinnarin mátti finnast við brotssparkskapping. Brynjar Hløðversson legði HB á odda tá 26 minuttir vóru farnir av dystinum. Pætur Dam Jacobsen javnaði fyri Skála í 55. minutti. Søren B. Nielsen legði Skála á odda tá 70 minuttir vóru farnir av dystinum. Í 78. minutti javnaði Ari Mohr Olsen fyri HB. 

 

HB vann brotssparkskappingina 3-2, og harvið finaluna samanlagt 5-4.

 

NSÍ vann dystin um triðja plássið móti EB/Streymi.

 

NSÍ-EB/Streymur 3-1 (1-1)

 

0-1 Gestur B. Dam (16.)

1-1 Jann Benjaminsen (30.)

2-1 Jann Martin Mortensen (57.)

3-1 Jann Benjaminsen (89.)

 

Tríggjar ferðir javnaði KÍ ímóti AB, men AB legði seg á odda aftur hvørja ferð, og tað endaði eisini við einum 4-3 sigri til AB, ið enntá brendi eitt brotsspark. Í beinleiðis samrøðu við FM1 segði fyrireikarin av VFF-Cup, Frankie Jensen, at tað sær ógvuliga gott út hjá AB, ið vann dystin um fimta plássið.

 

AB-KÍ 3-2 (2-1)

 

1-0 Tóki á Lofti (9.)

1-1 Patrik Johannesen (17.)

2-1 Leivur Holm Joensen (44.)

2-2 Darius Lewis (51.)

3-2 Bjarki Nielsen (55.)

3-3 Patrik Johannesen (84.)

4-3 Heri Mohr (88.)

 

B36 vann dystin ímóti Víkingi um sjeynda plássið.

 

B36-Víkingur 2-0 (1-0)

 

1-0 Benjamin Heinesen (6.)

2-0 Eli Falkvard Nielsen (63.)

 

TB vann dystin um níggjunda plássið ímóti ÍF. Frankie Jensen, fyrireikari greiddi frá á FM1, at bæði málini hjá TB vóru tvey vøkur langsskotsmál.

 

TB-ÍF 2-0 (2-0)

 

1-0 Ivan Ivanovic (15.)

2-0 Stefan Radosavljevic (20.)