Onnur finalan í stóra steypafinaluvikuskiftinum hjá Fótbóltssambandi Føroya varð spæld kl.20.00 í kvøld. Talan var um finalu í U21-deildini hjá monnum, har HB og EB/Streymur hittust.
Spældir vóru einans átta minuttir, tá ið HB revsaði eitt mistak hjá EB/Streymi. Tað endaði við, at fyrrverandi EB/Streyms-leikarin, Niklas T. Kruse, prikaði bóltin í málið til 1-0 til HB.
EB/Streymur hevði ein risa møguleika at javna til 1-1, men heldur var tað HB, sum fimm minuttir undan steðginum økti til 2-0. Tað var liðskiparin, Hanus Pauli Danielsen, sum skoraði tað málið.
Seinni hálvleikur var bara tveir minuttir gamal, tá ið EB/Streymur minkaði um munin. Sundalagsmenn fingu fríspark í góðari støðu, og Pætur Petersen sendi bóltin beinleiðis í netið til 2-1.
Eftir hetta bylgjaði dysturin leingi aftur og fram, men lítið korter fyri leiklok var Pætur Petersen aftur á blettinum, tá ið hann av høgra vongi trekti inn í vøllin og við vinstra beini langaði bóltin í málið úr 20 metrum til 2-2.
Vert er at nevna, at Pætur Petersen spældi allan dystin fyri EB/Streym í Betrideildini í gjár, men hóast tað, so tóktist hann ótroyttiligur í kvøld og var greitt mest eyðsýndi spælarin í dystinum. Hann varð eisini kosin dagsins leikari.
Tað endaði við 2-2-javnleiki, og so var neyðugt við longdari leiktíð. Tað vóru einans tveir minuttir farnir av longdu leiktíðini, tá ið HB legði seg á odda 3-2. Tað var Heri H. Mohr, sum stútaði eitt innlegg í málið.
Málveitslan helt fram, tí einans fáar mintuttir seinni javnaði EB/Streymur til 3-3. Hetta málið kom eisini eftir innlegg, og tað var liðskiparin, Tóki Johannesen, sum stútaði bóltin í málið.
Seinna hálvleik av longdu leiktíðini brendi aftur á í báðum endum, men tað komu ikki fleiri mál, og so var neyðugt við brotssparkskapping. Hon byrjaði nærum tríggjar tímar eftir at dysturin byrjaði.
Í brotssparkskappingini kom EB/Streymur omaná, tá ið málverjin, Rói Zacharisen, bjargaði, men HB vann seg inn aftur, og við tveimum bjargingum frá Mattiasi Lamhauge var tað HB, sum setti punktum á eina ótrúliga finalu við 8-7-sigri í brotssparkskappingini.
HB – EB/Streymur 2-2 (2-0) (3-3 eftir longda leiktíð, 8-7 til HB eftir brotssparkskapping)
1-0: Niklas T. Kruse, 8.
2-0: Hanus P. Danielsen, 40.
2-1: Pætur Petersen, 47.
2-2: Pætur Petersen, 78.
3-2: Heri H. Mohr, 92.
3-3: Tóki Johannesen, 97.
Brotssparkskapping:
3-4: Tóki Johannesen (EB/Streymur), skorar
3-4: Símun Sólheim (HB), skorar ikki – Rói Zachariasen bjargar
3-5: Mikkjal Hellisá (EB/Streymur), skorar
4-5: Hjalti K. Djurhuus (HB), skorar
4-5: Pætur Petersen (EB/Streymur), skorar ikki – Mattias Lamhauge bjargar
5-5: Sveinur Lava Olsen (HB), skorar
5-6: Aksel B. Danielsen (EB/Streymur), skorar
6-6: Pætur Ejdesgaard (HB), skorar
6-7: Fríði K. Johansen (EB/Streymur), skorar
7-7: Heri H. Mohr (HB), skorar
7-7: Pól Fláaberg (EB/Streymur), skorar ikki – Mattias Lamhauge bjargar
8-7: Gilli Róason (HB), skorar










