Eftir teir tríggjar dystirnar í dag er 13. umfar í Effodeildini nú av. Sí dystarfrásagnir, hagtøl og støðuna niðanfyri:
HB - FC Suðuroy 6-0 (1-0)
1-0: Símun Samuelsen
2-0: Símun Samuelsen
3-0: Tróndur Jensen
4-0: Fróði Benjaminsen (br.)
5-0: Símun Samuelsen
6-0: Hendrik Rubeksen
ÍF - B68 2-0 (1-0)
1-0: Dánjal á Lakjuni
2-0: Dánjal á Lakjuni
TB - NSÍ 1-3 (1-1)
0-1: Klæmint A. Olsen
1-1: Gilli Sørensen
1-2: Klæmint A. Olsen
1-3: Magnus H. Olsen
Støðan í Effodeildini eftir 13 umfør:
EB/Streymur, 27 stig
Víkingur, 25 stig
KÍ, 24 stig
ÍF, 21 stig
HB, 21 stig
B36, 18 stig
TB, 16 stig
NSÍ, 14 stig
B68, 11 stig
FC Suðuroy, 3 stig
Dystarfrásagnir:
HB - FC Suðuroy 6-0 (1-0)
Liðugt: 6-0 til HB.
92min: MÁÁÁÁÁÁÁÁL! Nú rapar tað fyri FC Suðuroy, sum er komið afturúr heili 6-0. Teitur M. Gestsson sparkaði bóltin fram á vøllin, Fróði Benjaminsen longdi við høvdinum til Hendrik Rubeksen, sum púra leysur ikki sveik og økti til heili 6-0.
90min: MÁÁÁÁÁÁÁÁL! Símun Samuelsen er sanniliga ikki blíður ímóti sínum gomlu liðfeløgum. Eftir frálíkt samanspæl við Andrew av Fløtum hevur hann nú lagt HB á odda 5-0 og harvið skotið hattrikk.
85min: FC Suðuroy hevur lítið og einki at bjóða upp á og eru teir ávegis enn einum lemjandi ósigri.
81min: MÁÁÁÁÁÁÁÁL! Fróði Benjaminsen hevur sent brotsspark í netið til 4-0, eftir at Hendrik Rubeksen varð feldur í brotsteiginum.
79min: MÁÁÁÁÁÁÁÁL! Tróndur Jensen hevur við langskoti økt til 3-0 til HB.
75min: Hendrik Rubeksen fekk bóltin í málið, men hann varð veitraður fyri rangstøðu, og er støðan tískil framvegis 2-0 til HB.
58min: MÁÁÁÁÁÁÁÁL! 2-0 til HB. Christian R. Mouritsen royndi seg, men Stanislav Kuzma hálvbjargaði skotinum, sum tó bara endaði hjá Símuni Samuelsen, sum við sínum næsta máli nú hevur økt til 2-0 til HB.
50min: HB hevur lagt bragdliga fyri í seinna hálvleiki. Símun Samuelsen gjørdist leysur í vinstru síðu í feltinum, men hann misti tamarhaldið á bóltinum og einki vandamikið spurdist burturúr.
47min: Risa møguleiki til HB. Christian R. Mouritsen legði innfyri til Jógvan Skeel Nolsøe, men úr stuttari fjarstøðu stútaði bóltin omanfyri málið.
Hálvleikur: HB er á odda 1-0 í hálvleikinum, men stutt undan hálvleikinum hevði John T. Poulsen tveir vandamiklar stútarar, sum endaðu við ávikavist bjarging frá Teiti M. Gestsson og við síðuna av málinum.
40min: HB er framvegis omaná og Símun Samuelsen var um reppið at gerast tvífaldur málskjútti, men skotroynd hansara endaði omanfyri málinum.
37min: Palli Augustinussen hevði bóltin í høgru og sendi bóltin innfyri til John T. Poulsen, sum stýrdi bóltinum í netið. Hann varð tó veitraður fyri rangstøðu, so støðan í Gundadali er framvegis 1-0 til HB.
30min: HB heldur fast í bóltinum og mesta spælið fyrigongur á FC Suðuroy-hálvuni, men einki vandamikið er spurt burturúr síðani leiðslumálið hjá HB.
23min: MÁÁÁÁÁÁÁÁL! 1-0 til HB. Christian R. Mouritsen spældi Símun Samuelsen leysan, og hann var ikki blíður mótvegis sínum gomlu liðfeløgum og legði HB á odda 1-0.
15min: HB hevur havt eitt lítið yvirtak, men FC Suðuroy smæðist tó als ikki burtur og hevur spælt seg fram til hornaspørk.
HB: Teitur M. Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Jákup Slættalíð, Vagnur M. Mortensen, Alex José dos Santos - Tróndur Jensen, Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen - Andrew av Fløtum - Jógvan Skeel Nolsøe
FC Suðuroy: Stanislav Kuzma - Heri E. Kjærbo, Suni úr Hørg, Dánjal Godtfred, Jón Áki Jacobsen - Palli Augustinussen, Ingi Poulsen, Kári í Lágabø, David Asare - Jón Krosslá Poulsen - John T. Poulsen
___________
ÍF - B68 2-0 (1-0)
Liðugt: B68 megnaði ikki at reisa seg aftur og ÍF vann dystin uppiborið 2-0 við tveimum málum frá Dánjali á Lakjuni.
78min: MÁÁÁÁÁÁÁÁL! 2-0 til ÍF. Við sera góðum gjøgnumbroti og sínum seinna máli hevur Dánjal á Lakjuni sent ÍF á sigurskós.
65min: Hóast tað er B68, sum nú hevur munin í spælbýtinum, so er tað ÍF, sum hevur havt ein góðan málmøguleika. Simon Skibsted slapp inn í feltið, hiðani hann sendi eitt gott skot beint omanfyri málið.
50min: B68 er komið fyri seg frá byrjan í seinna hálvleiki og hevur havt ein stóran málmøguleika. Eitt langt innkast kom innfyri málið og varð stútað víðari til Christian Høgna Jacobsen, sum stútaði bóltin á stongina.
Hálvleikur: Hálvleiksstøðan er 1-0 til ÍF. Teir hava havt greitt meiri spæl og víst gott spæl, og sigast má, at hálvleiksleiðslan er uppiborin.
22min: MÁÁÁÁÁÁÁÁL! 1-0 til ÍF. Simon Skibsted setti ferð á í vinstru síðu og sendi eitt flatt innlegg innfyri málið, har Dánjal á Lakjuni setti innaru síðuna á bóltin og skoraði til 1-0.
20min: Tað hevur ikki verið nógv av uppløgdum málmøguleikum. ÍF hevur bóltin meiri, men B68 hevur eisini ligið framvið og eitt nú havt trý hornaspørk fyrstu løtuna.
___________
TB - NSÍ 1-3 (1-1)
Liðugt: TB royndi at leggja trýst á ímóti dystarenda, men tað kastaði einki av sær og NSÍ vann dystin 3-1.
69min: MÁÁÁÁÁÁÁÁL! 3-1 til NSÍ. Bara ein minutt eftir leiðslumálið hjá NSÍ hevur Magnus H. Olsen økt til 3-1 til NSÍ.
68min: MÁÁÁÁÁÁÁÁL! 2-1 til NSÍ. Eftir innlegg úr vinstru hevur Klæmint A. Olsen lagt NSÍ á odda 2-1.
65min: Tað hava verið stórir málmøguleikar til bæði liðini. NSÍ hevur rakt stongina, men enn er støðan 1-1.
Hálvleikur: Teir eru farnir at hvíla seg við Stórá í Trongisvági, og hálvleiksstøðan er javnleikur 1-1.
40min: MÁÁÁÁÁÁÁÁL! TB hevur javnað til 1-1! Gilli Sørensen varð spældur hegnisliga leysur og sendi bóltin í málið til 1-1.
38min: MÁÁÁÁÁÁÁÁL! 1-0 til NSÍ. Jann Martin Mortensen spældi bóltin innfyri málið, har málrevurin, Klæmint A. Olsen, var fyrstur á bóltinum og sendi bóltin í netið til 1-0 til NSÍ.
30min: TB hevur mesta spælið og hevur havt fleiri hálvar málmøguleikar, men hevur trupult við at tilspæla sær teir avgerandi málmøguleikarnar.
20min: NSÍ hevur lagt bragdligari fyri, men TB hevur síðani spælt seg væl upp aftur og havt ein góðan málmøguleika.