HB vann stórsigur á EB/Streymi

HB hevur vunnið sína næstu venjingarkapping í dag. Fyri einum mánað síðani vann liðið venjingarkappingina, sum var í Gundadali, og á Tórsvølli. Og í dag hevur liðið vunnið klaksvíkskappingina.

 

Finalan í tí árligu klaksvíkskappingini varð millum HB og EB/Streym. HB vann stórsigur 5-1 á EB/Streymi. HB var á odda 3-0 í steðginum, tað var serliga í fyrra hálvleiki, at HB borðreiddi við góðum spæli.

 

Símun Samuelsen skeyt tvey mál. Fróði Benjaminsen, Christian R. Mouritsen og Bárður Olsen skutu hvør sítt mál. Hans Pauli Samuelsen skeyt málið hjá EB/Streymi.

 

Dysturin um 3. plássið varð millum KÍ og ÍF. Dysturin aftaná 90 minuttir endaði við javnleiki 2-2. KÍ var á odda 2-0 í steðginum við tveimum málum hjá Pálli Klettskarð. Øssur Dalbúð og Høgni Madsen syrgdu fyri, at ÍF kom uppá javnt í seinna hálvleiki. Aftaná dystin varð brotssparkskapping, sum KÍ vann.

 

Undir greinini ber til at hoyra eitt prát við Oddbjørn Joensen og Rúna Nolsøe, venjarar hjá HB og EB/Streymi.