HB vann sannførandi sigur uttan Adrian

Víkingur megnaði ikki at hótta HB, sum longu eftir eitt korter misti Adrian Justinussen, ið noyddist skaddur av vøllinum

Tað var sera sannførandi heimasigur, tá ið HB í góðveðrinum í kvøld vann 3-0 í Gundadali ímóti Víkingi.

Stóri skelkurin var, at Adrian Justinussen longu eftir eitt korter noyddist skaddur av vøllinum. So var spurningurin, um HB fór at megna at standa seg uttan spælaran, sum í fyrstu trimum umførunum hevur verið heilt suveranur.

 

Tað megnaði HB væl og virðiliga. Longu í fimta minutti legði René S. Joensen heimaliðið á odda. Tað var eftir innlegg úr vinstru frá Daniel Johansen.

Daniel Johansen var á vinstra vongverja ein av heilt væl uppløgdu monnunum á heimaliðnum. Tvey tey seinnu HB málini skoraði miðvallarin Mathias Nygaard. Talan var í báðum førum um gott uppspæl. Í fyrra førinum átti René S. Joensen uppleggið, og í 3-0 málinum var tað Pætur J. Petersen, sum átti uppleggið.

Víkingarnir vóru skeivt upp á bein í Gundadali í kvøld. Tað stemmaði ikki í uppspælinum, verjuspælið var ikki sannførandi, og í álopinum var tað heilt sjáldan, at tað eydnaðist at vinna støður, sum kunu havt málmøguleikar við sær.

HB hevur 12 stig og fulla úrtøku eftir fýra umfør, og Víkingur hevur 7 stig eftir tveir sigrar og eitt tap og ein javnleik í høvðsstaðnum.

-Hetta var ikki okkara dagur. HB spælararnir vóru nógv grammari og meiri klárir enn vit vóru. Teir tóku av, tá ið teir fingu møguleikarnar, og vit megnaðu ikki at spæla okkum til stóran møguleika, tá ið vit vóru um at koma okkum í góða støðu, sigur Víkinga miðvallarin Gunnar Vatnhamar.

-Vit pressaðu teir frammarlaga, og tað eyndaðist væl. Tá ið vit so skoraðu beinanvegin, gekk tað fyri seg eftir okkara treytum. Eftir at Adrian Justinussen var farin av vøllinum, vóru vit undirmannaðir í fimm minuttir, men tað megnaðu vit væl, og tað var hugaligt at vera við til at leggja upp til mál, sigur René S. Joensen hjá HB, sum fegnast um, at ungu menninir, ið vórðu skiftir inn á HB liðið stóðu seg væl.

 

https://www.in.fo/myndasavn/

HB – Víkingur 3-0 (2-0)

1-0: René S. Joensen 5.

2-0: Mathias Nygaard 37.

3-0: Mathias Nygaard 61.

Dómari: Eiler Rasmussen

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Bartal Wardum, Delphin Tshiembe, Daniel Johansen – Mikkel Frankoch, Mathias Nygaard, Dan í Soylu, Adrian Justinussen (Øssur M. Dalbúð, 17./Ási Dam, 81.) – René S. Joensen (Samuel Chukwudi, 77.), Pætur J. Petersen

Gult kort: Dan í Soylu, Mikkel Frankoch, Delphin Tshiembe

Venjari: Jens Berthel Askou

Víkingur: Elias Rasmussen – Ari Olsen, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Elias Lervig – Gunnar Vatnhamar, Bogi Reinert Petersen (Noah Mneney, 70.) – Lukasz Cieslewicz (Arnbjørn Svensson, 73.), Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen (Andreas Lava Olsen, 46. – Finnur Justinussen

Gult kort: Atli Gregersen, Ari Olsen, Bogi Reinert Petersen, Gunnar Vatnhamar

 

Venjari: Eyðun Klakstein