HB vann málveitslu í U18-finaluni

Tað var ein framúr finala í U18-steypafinaluni, har HB megnaði at vinna 4-3 ímóti NSÍ.

HB hevur higartil gjørt bart á steypafinalutiltakinum, sum hevur verið á Tórsvølli í dag og heldur fram við enn fleiri finalum í morgin. Fyrr í kvøld vunnu G17 hjá HB steypagull eftir sigur ímóti EBS/Skála, og fyri løtu síðani gjørdu U18-menninir teimum kynstrið eftir við 4-3-sigri í einari frálíkari finalu ímóti NSÍ.


Tað var HB, sum kom væl betur frá byrjan og kom á odda longu í 11. minutti, tá ið Dan í Soylu sendi bóltin í mál frá árakað brotsteigarmarkinum. Tá ið góður hálvur tími var leiktur var Jákup F. Hansen hægstur á einum hornasparksinnleggi og økti til 2-0.


Júst sum HB hevði sett seg fullkomiliga á dystin, so svaraði NSÍ av álvara aftur. Bara tveir minuttir eftir 2-0-málið minkaði Petur Knudsen til 2-1 eftir at hann ótarnaður slapp at stúta bóltin í mál eftir innlegg frá Meinhardi Olsen, og síðani gingu bara tríggir minuttir til sami maður, Petur Knudsen, javnaði til 2-2.


Góðar tíggju minuttir fyri hálvleikssteðgin megnaði HB tó aftur at leggja seg á odda, og var tað aftur hesaferð miðverjuleikarin, Jákup F. Hansen, sum var hægstur á einum innleggi og stútaði HB á odda 3-2, ið eisini gjørdist hálvleiksstøðan.


Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik økti HB til 4-2. NSÍ-verjan fekk ikki ruddað bóltin nóg langt burt av vandaleið, og so tamdi Dan í Soylu bóltin inni í málteiginum, haðani hann langaði bóltin í mál til 4-2.


Skjótt gekk tað fyri seg, tí nú vóru einans tríggir minuttir gingnir til NSÍ enn einaferð svaraði aftur og staðfestu, at HB ikki bara sum soleiðis skuldi rista NSÍ-ararnar av sær. Tað var Jann Benjaminsen, sum við langskoti minkaði til 4-3. Bólturin rakti tvørstongina og brast í jørðina og út aftur í spæl, men hjálpardómarin sendi boð um, at bólturin hevði verið innanfyri.


Løtan ímóti dystarenda var ferðmikil og tað vóru fleiri leikarar, sum løgdust við krampa. HB tóktist hava takið, men NSÍ-ararnir vóru ikki eiðasørir og hóttu við at javna. Tað kom tó einki mál afturat og U18-leikararnir hjá HB stórfegnaðust sum vera man um finalusigurin.


NSÍ – HB 3-4 (2-3)

0-1: Dan í Soylu, 11.

0-2: Jákup F. Hansen, 29.

1-2: Petur Knudsen, 31.

2-2: Petur Knudsen, 34.

2-3: Jákup F. Hansen, 37.

2-4: Dan í Soylu, 54.

3-4: Jann Benjaminsen, 59.