HB vann ólavsøkusteypið móti aldursforsetanum

HB vann 4-1 á TB ólavsøkuaftan í Gundadali. Fyrri hálvleikur var ferðmikil og spennandi, men dómarin og ein øl dós vóru yvirskriftirnar í seinna hálvleiki.

Tað hevur ikki gingið so væl hjá HB á ólavsøku, men í ár bragdaði. Sigfríður Clementsen hevði blandað kort eitt sindur øðrvísi hesa ferð, tí hann hevði tiggjar á miðvøllinum í eini 4-3-3 líknandi spæliskipan. Jóhan Troest Davidsen var fluttur inn í miðverjuna, meðan Vagnur Mohr Mortensen varð fluttur fram á verjukenda miðvøllin. Rókur av Fløtum Jespersen og Hallur Hansson mannaðu hini bæði plássin á miðvøllinum.
Fyri TB var ein broyting at Martin Tausen sat uttanfyri og Milan Kuljic valdi at spæla 4-4-2 við Nenad Stankovic og Bárði Dimon mitt á miðjuni.

CRM sló til

Christian R. Mouritsen legði HB á odda innanfyri tað fyrsta korterið. Andrew av Fløtum spældi hann hegnisliga leysan og úr spískum í høgrum legði hann bóltin í handara síðunet. Christian R. Mouritsen hevði tveir líknandi møguleikar móti NSÍ í farnu viku, men tá fór bólturin ikki inn og HB tapti. Hesa ferð lá betri fyri og Christian R. Mouritsen var sera eyðsýndur í fyrra hálvleiki.
TB svaraði aftur miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Bojan Timic stutt undir málinum halaði bóltin til Gilla Sørensen, sum við vinstra beini javnaði fyri TB. Eina løtu var gangurin av TB viðhaldsfólkunum og tí so kendu TB-sirenuni so nógvur, at tað hoyrdist ikki mannamál.

Tvey dreyma mál

HB svaraði skjótt aftur og tað við manér. Eftir hornaspark kom bólturin útfrá til Alex Jose dos Santos, sum staddur á brotsteigarmarkinum, nakað til vinstru fyri málið, smekkaði til fyrstu ferð. Bólturin brast í stongina og í mál. Eitt framúr vakurt og væl útført mál av vinstra bakkinum, sum hevur víst seg frá tí málfarligu síðuni higartil í ár.
Slíkt gevur sjálvsálit og bara fáar minuttir seinni var Alex Jose dos Santos aftur upp á spæl. Miðskeiðis inni á hálvuni hjá TB legði hann bóltin innfyri til Christian R. Mouritsen, sum sett høvdið á bóltin sum fór í sama trýkant, sum skotið hjá vinstra bakkinum stutt frammanundan.
«Slík mál kanst tú einki gera við. Hatta hendir eina ferð um árið, ssegði Óli Johannesen eftir dystin, sum viðurkendi at HB hevði verið betra liðið, men at hansara menn einki høvdu at skammast við hendan dagin.

Reytt kort drepur dystin

Fyrri hálvleikur var ferðmikil, opin og spennandi. Ein tann besti hálvleikurin í føroysku kappingini higartil í ár. TB var væl við og 3-1 var ikki beinleiðis ein avspegling av spælinum á vøllinum, hóast HB hevði bóltin meiri.
Seinni hálvleikur megnaði ikki at liva upp til tað. Spælið bleiv meiri rótut og váti vøllurin, sum í fyrra hálvleiki var við til at halda ferðina uppi á spælinum, var í løtum ein forðing, tí avleveringarnar vóru ikki eins neyvar.
Tjúgu minuttir fyri tíð fær Tb sín størsta møguleika at inn aftur í dystin, tá Gilli Sørensen verður sendur avstað inn um HB verjuna. Hann prikar bóltin framvið HB málverjanum, men bólturin trillar beint við síðuna av.
Í eini roynd at fáa fatur á bóltinum aftur fara Gilli Sørensen, sum fekk eitt gult kort í fyrra hálvleiki, og HB verjuleikarin, Rógvi Holm, um koll aftanfyri baklinjuna. Har hendie eitt hvør smávegis og fyrrverandi Aberdeen leikararnir eru í hornatøkum í nøkur sekund.
Rúni Gaardbo var skjótur á staðnum og tosaði við teir báðar. Hann fer í lumman eftir gula kortinum og gevur teimum eitt í part. Tað ganga nøkur sekund tile in HB leikari ger dómaran varhugan við, at hetta er annað gula kortið í dystinum. So má Rúni Gaardbo í lumman eftir tí reyða og harvið verður Gilli Sørensen útvístur.
Tað er nógv, sum bendir á at dómarin ikki vitsti at TB framherjin hevði eitt gult kort. So hevði helst verið betri at bara tosa við U21 landsliðsleikararnar.
Eftir hetta hevði TB ongan kjans og HB vann trygt tá alt kom til alt. HB fekk eitt mál afturat, tá Andrew av Fløtum gjørdist leysur við málmanninum, ið varð komin úr málinum. Umvegis eitt TB bein fór bólturin í mál til endaliga úrslitið 4-1.

Øl dós tveitt eftir dómara

Í seinna hálvleiki verður ein full Føroya Bjór øl dós tveitt eftir hjálpardómaranum undir Tryggingarskýlinum. Dósin er nær við at raka hjálpardómaran og hetta er tíverri ein svartur plettur á einum góðum fótbóltsdysti, har TB áskoðararnir annars vístu seg frá síni bestu síðu.
Keldur, sum Sosialurin hevur tosað við, siga at talan var um ein óvanliga fullan mann, sum tveitti øl dósina inn á vøllin. Hann fekk eisini av at vita frá áskoðarunum rundan um, at slíkt als ikki hoyrir heima nakrastaðni. Hendingin er við í dómarafrágreiðingini.
Vit sita ikki í dag og tosa um ein avblástan dyst, tí hjálpardómarin valdi ikki at lata ein fullan persón steðga einum annars frálíkum ólavsøkudysti.
Tað er ógjørligt at hava nógv størri trygd kring leivøllirnir í Føroyum enn tað longu er, og tí er tað av stórum týdningi at hetta ikki hendir aftur.
Tað skal heldur ikk koma fyri, at ein hjálpardómari skal kenna seg sum eina skotskivu fyri annað enn skemtiligar viðmerkingar og kanska okkurt banniorð tá menn gerast heitir. Hann hevði sín fulla rætt til at fara av vøllinum og fáa dómaran at avblása dystin.
Vónandi hendir hetta ongantíð aftur!
TB áskoðararnir skulu annars hava stórt rós fyri teirra avrik utanfyri vøllin. Teir eru mælskir, skemtiligir og halda ein gang sum fáir aðrir fjepparar kunnu standa mát við.