HB vann gentur 10-12

Í deildini, gentur 10-12 hevur HB í ár tryggjað sær føroyameistaraheitið. Áðrenn seinna FM-finaluumfarið lógu HB-genturnar nr. 2, tá tað ikki hevði gingið heilt eftir vild í fyrra umfarinum á Eiði vikuna fyri. Í seinna umfarinum var tó eingin slingur í valsinum á niðari vølli í Gundadali, og genturnar vunnu trygt sínar tríggjar dystir: 1-0 móti B36, 8-0 móti EB/Streymi og seinast 1-0 móti KÍ. Seinasta dystin tørvaði teimum bert javnleik móti KÍ men vunnu allíkavæl 1-0 sum rættir føroyameistarar. Genturnar hava ongan dyst tapt í ár yvirhøvur.


Gentur 10-12 føroyameistarar 2005. Standandi frá vinstru eru Katrin Clementsen (venjari), Birita Mortansdóttir, Lisa Helmsdal, Amanda K. Olsen, Hilan W. Jensen, Jenny Kragesteen, Lilian Hellisdal (venjari), Anita Olsen (venjari). Húkandi eru Sára Eysturoy, Annika L. Mortensen, Rebekka Jakobsen, Bjarta O. Johansen, Guðrið Eystberg, Dagmar Johannesen