HB vann fyrstu grannauppgerðina

Greipuvinnarnir úr Klaksvík sendu FS Vágar um fjørðin aftur við stórtapi

Landskappingin hjá kvinnunum fór av bakkastokki um vikuskiftið. Kvinnudeildin í ár er skipað sum ein deild við tíggju feløgum. Eftir ætlan skuldu fimm dystir leikast um vikuskiftið, men bert tríggir teirra vórðu avgreiddir.

Havnarfeløgini B36 og HB brustu saman fríggjakvøldið, og í fyrstu grannauppgerðini í ár, var tað eldra havnarfelagið, ið var omaná. Dysturin endaði 3-1 til HB, eftir hálvleikstøðuna 2-1. Dysturin var javnur, har bæði liðini skiftust um at hava leikliga yvirvág.

Úr Gundadali verður sagt, at á dystinum sást, at kappingarárið júst er byrjað, og at leikararnir ikki enn eru í bestu venjingastøðu.

Ása á Neystabø legði B36 frammum tíðliga í fyrra hálvleiki, meðan HB svaraði aftur við málum frá Kristinu Simonsen og Fríðu Petersen. Seinasta málið í dystinum skeyt Malan á Dunga seint í seinna hálvleiki til endaligu støðuna 3-1.

Havnarfeløgini fara helst bæði at mynda oddin í kvinnudeildini í ár, har tey skulu royna at rista Kí av trónini, sum fremsta liðið í kvinnudeildini.

KÍ stórsigur
Sunnudagin fekk KÍ vitjan av FS Vágum, og greipuvinnararnir vunnu ein knúsandi 11-0 sigur. Sum úrslitið sigur, so var talan um einvegis ferðslu allan dystin. Stóri leikarin í Klaksvík sunnudagin var Malena Josephsen, sum skeyt heili sjey mál.

Toppskjúttin í kvinnudeildini í fjør, Rannvá Andreasen, skeyt trý mál og Vivian Bjartalíð fekk eitt. Úr Klaksvík verður sagt, at stórur munur var á liðunum, og dysturin var sjón fyri søgn, at munur er at vera í oddinum í 1.deild og leika í 2.deild.

FS Vágar hevur ikki áður verið umboðað í bestu deildini, og tí kann tað tykjast ein stór uppgáva at møta greipuvinnarunum longu í fyrsta umfari, áðrenn leikararnir hava vant seg við leikferðina í bestu deildini.

Rakul gjørdi bart
Á Krossinum í Sumba hevði Sumba vitjan av EB/Streymi um vikuskiftið. EB/Streymur vann 3-0, eftir ein málleysan fyrra hálvleik.

EB/Streymur hevur ikki havt kvinnulið í fleiri ár, men í ár hevur sundalagsfelagið boðað frá luttøku. Liðið er einamest mannað av leikarum,ið eisini leika í deildin gentur 14-17. Ein av leikarunum úr gentum 14-17 ár gjørdist stóri leikarin sunnudagin. Bert 15-ára gamla Rakul Magnussen, hevði seinasta fót á í øllum trimum málunum hjá EB/Streymi, so tað var ikki eitið á fyri debut í vaksnamannadeildini.

Rakul hevur ikki máltev frá ókendum, tí pápin Bergur Magnussen, var seinast í áttati árunum ein av vandamiklastu áleyparunum í føroyskum fótbólti.

Leika aftur annan páskadag
Annað umfar í kvinnudeildini verður annan páskadag. Dystirnir eru: EB/Streymur-B71, Sumba-KÍ, FS Vágar-B36, HB-AB og B68-GÍ.




1.umfar í tølum

Sumba-EB/Streymur 0-3 (0-0)
0-1 Rakul Magnussen
0-2 Rakul Magnussen
0-3 Rakul Magnussen

B36-HB 1-3 (1-2)
1-0 Ása á Neystabø
1-1 Kristina Simonsen
1-2 Fríða Petersen (br)
1-3 Malan á Dunga

KÍ-FS Vágar 11-0 (5-0)
1-0 Vivian Bjartalíð
2-0 Rannvá Andreasen
3-0 Rannvá Andreasen
4-0 Malena Josephsen
5-0 Malena Josephsen'
6-0 Malena Josephsen
7-0 Malena Josephsen
8-0 Malena Josephsen
9-0 Malena Josephsen
10-0 Rannvá Andreasen
11-0 Malena Josephsen