Fyrsta finalan á stóra steypafinalutiltakinum á Tórsvølli hevur verið í kvøld. Talan var um finalu hjá gentum 17, har HB hitti felagsliðið EBS/Skála.
EBS/Skála legði seg á odda 1-0 í 17. minutti við frálíkum langskotsmáli frá Randi Fagradal, men bara tveir minuttir seinni javnaði Lív F. Arge til 1-1 við brotssparki.
Tað var HB, sum var omaná í seinna hálvleiki og eisini var um reppið at avgera finaluna 10 minuttir fyri leiktíð, tá ið Rebekka Benbakoura rakti á stongina.
Tað endaði tó við 1-1-javnleiki og neyðugt var við longdari leiktíð. Her var HB aftur tætt við, men Lív F. Arge var óheppin og rakti stongina, somuleiðis sum málverjin hjá EBS/Skála, Anna Hansen, løtu seinni stórbjargaði dundurskoti frá henni.
EBS/Skála var hálvan minutt áðrenn longda leiktíðin var av tætt við at fara avstað við øllum, men tá ið tær misnýttu henda risa møguleikan, so varð neyðugt við brotssparkskapping.
Brotssparkskappingina vann HB 4-3 og harvið dystin samanlagt 5-4. Gentur 17 hjá HB eru harvið vinnarar av fyrsta steypinum á hesum stóra steypafinalutiltakinum.
Ein finala er eftir á skránni í kvøld. Tað er finalan í U18 hjá monnum, har NSÍ og HB hittast. Eftir ætlan skuldi henda finala byrja kl.19.45, men hon er eitt sindur seinkað orsaka av brotssparkskappingini í dystinum frammanundan.
EBS/Skála – HB 1-1 (1-1)
4-5 eftir brotssparkskapping
1-0: Randi Fagradal, 17.
1-1: Lív F. Arge, 19. (br.)