HB vann á FC Barcelona

Í dag framdu A-piltarnir hjá HB eitt fótbóltsbragd, sum má verða millum tey fremstu brøgd, sum nakað føroyskt ungdómslið hevur framt á einum fótbóltsvølli.

 

HB-piltarnir vunnu 5-4 á FC Barcelona í fjórðingsfinaluni tí stóru fótbóltskappingini ?Denmark Football Festival?, sum er í Århus í hesum døgum. Talan var um fjórðingsfinaluna millum tey best rataðu liðini.

 

HB vann dystin 5-4, hóast teir vóru aftanfyri 3-4 í hálvleikssteðginum og 0-2 tíðliga í dystinum. Heimasíðan www.hb.fo greiðir soleiðis frá um tað minniliga bragdið: - Ikki var sørt, at virðingin fyri Katalanarunum gjørdi, at hesir fingu lætt spæl í byrjanini. Teir komu skjótt uppá 2-0, áðrenn okkara raknaðu við, og byrjaðu at koma inn í dystin. Tá tað so eydnaðist Teiti at skora eitt frálíkt mál til 2-1 fingu okkara av álvara blóð uppá tonnina.

 

Dreingirnir stríddust fyrimyndarliga og spældu góðan fótbólt, og tað gav úrslit. Tað eydnaðist okkara at javna til 2-2, og hóast FC Barcelona aftur legði seg á odda, megnaðu vit at koma afturíaftur. Beint áðrenn hálvleik løgdu FC Barcelona seg so á odda 4-3.

 

Tað gjørdist seinasta málið hjá teimum í dystinum, meðan okkara við frálíkum álopsfótbólti megnaðu at skora 2 mál í seinna hálvleiki og harvið vinna dystin 5-4. Frøin var stór á mongu áskoðarunum, bæði HB viðhaldsfólki, men eisini frá viðhaldsfólki frá AB og KÍ, sum eisini luttaka í kappingini.

 

Sportalurin ynskir HB-piltunum og venjarunum hjartaliga tillukku við tí minniliga bragdinum.