HB vann dreingjadeildina

Í meistarabólkinum í dreingjadeildini varð seinasta umfar leikt leygardagin. Her eydnaðist HB at gerast føroyameistarar, og sum um tað ikki var nóg mikið, so merkti hetta eisini, at dreingirnir hava vunnið greipuna. Fyrr í ár vunnu teir nevnliga kappingina um nýggja blaðberarasteypið.
Í seinasta dystinum vann HB á heimavølli 3-1 móti NSÍ.
Bert eina ferð í ár hevur HB leikt javnt, meðan allir hinir dystirnir eru vunnir, so einki er at ivast í, at talan var um eitt uppiborið meistaraheitið hjá dreingjunum.