HB vann Blaðberasteypið

Dreingjaliðini hjá HB og VB/TB hittust í steypafinaluni í ár. Dysturin endaði við 3-1 sigri til HB, eftir at støðan var 1-1 í hálvleikinum. Ári Danielsen legði HB fram um eftir slakar 12 minuttir, men Rógvi Joensen javnaði fyri Suðuroyarliðið eftir ein góðan hálva tíma. Í seinna hálvleiki skoraði Tróndur Jensen tvey mál fyri HB, sum so kundu lata seg heiðra við gullmerkjum og steypi, sum FSF-forsetin Høgni í Stórustovu handaði teimum.