HB hevur vunnið fyrsta dystin í Klaksvíkskappigini. Úrslitið gjørdist ikki minni enn 5-1 til HB, sum var á odda 2-0 í hálvleikinum. Lukasz Cieslewicz fekk beinleiðis reytt kort. Helst fyri hevnissøku.
René Shaki Joensen legði HB á odda bæði 1-0 og 2-0. B36 bjóðaði av tíðliga í seinna hálvleiki, tá Jákup á Borg minkaði um munin við brotssparki. HB kemur upp á 3-1 við máli, sum Rógvi Holm skorar.
Síðani fær Lukasz Cieslewicz reytt kort og tá var mótbrekkan hjá B36 og brøtt. Innskiftu Teit Jacobsen og Poul Ingason staðfestu sigurin við málum til 4-1 og 5-1.
Enn ein staðfesting av, at HB er besta boðið til ein FM vinnara í 2014, meðan B36 og Sámal Erik Hentze framvegis hava nógv at hugsa um.
HB - B36 5-1 (2-0)
1-0 René Shaki Joensen, 13
2-0 René Shaki Joensen, 23
2-1 Jákup á Borg, 46
3-1 Rógvi Holm, 57
4-1 Teit Jacobsen, 70
5-1 Poul Ingason, 81
Liðugt: HB hevur vunnið fyrsta dystin í Klaksvíkskappigini. Úrslitið gjørdist ikki minni enn 5-1 til HB.
81.min: Mál 5-1! HB og Poul Ingason revsa B36 upp á skjótálop. Poul Ingason verður spældur púra leysur og lyftur bóltin upp um málverjan og í mál. Nú er bara ein spurningur um hvussu nógv HB vinnur.
HB ger tvær útskiftingar. Bartal Wardum og Bárður J. Heinesen koma inn fyri Rógva Holm og Trónd Jensen.
76.min: HB skiftir út. Páll Mohr Joensen kemur inn fyri Kristin R. Mouritsen
71.min: Mál 4-1! Teit Jacobsen skorar, eftir at Fróði Benjaminsen stútaði móti málinum eftir hornaspark. HB er ein í yvirtal og hevur tamarhald á støðuni.
66.min: (Reytt kort Lukasz Cieslewicz) Lukasz Cieslewicz fær beinleiðis reutt kort frá Peturi Reinert. Hann munnhøggast við verjuspælara hjá HB. Síðani hendir eitt hvørt, sum ger at Lukasz fær beinleiðis reytt kort.
62.min: HB og B36 gera hvør sína útskifting. Teit Jacobsen kemur inn fyri René Shaki Joensen, meðan Rasmus Dan Sørensen kemur inn fyri Jákup á Borg.
57.min: Rógvi Holm leggur HB á odda 3-1. Rógvi spælir bandaspæl upp eftir høgru síðu og endar inni í brotsteiginum og skorar. Heldur óvanlig støða hjá Rógva, sum hevur skumpað Jóhan Troest Davidsen út á høgra bakk.
46.min: René Shaki Joensen ger brotsspark, sum Jákup á Borg skorar upp á. B36 hevur svarað aftur. B36 hevur eisini skift út. Eli F. Nielsen er komin inn fyri Klæmint Matras á miðvøllinum.
Hálvleikur: (2-0) HB er á odda 2-0 í hálvleikinum. René Shaki Joensen hevur skotið bæði málini. Bæði liðini hava havt onkrar møguleikar til at skora. Serliga B36 hevði ein risa møguleika, men Teitur bjargaði.
B36 roynir at spæla stutt út frá málinum, meðan HB leggur høgt trýst. Samanumtikið hevur HB verið omaná í fyrra hálvleiki. Leikferðin er ikki tann hægsta, men enn eru vikur til kappingin byrjar.
39.min: B36 hevur risa møguleika, eftir flott forarbeiði at Hørðuri Askham, sum rennur allan vøllin við bóltinum eftir at HB hevur hvat hornaspark. Hann spælir Hanus Thorleifsson leysan, men Teitur bjargar í málinum hjá HB. Adeshina Lawal fær fatur á returin, men við rygginum mótinum málinum sendir hann bóltin framvið.
35.min: Nú er tað HB, sum má skifta út. Andrew av Fløtum fekk ein stoyt í høvdið og er farin út. Í hansara stað er komin Poul Ingason.
31.min: B36 skiftir út. Alex Mellemgaard er skaddur og Benjamin Heinesen kemur inn í hansara stað.
23.min: Tróndur Jensen skjýtur hornaspark innfyri. Inni í 5-metrinum fær René fótin á bólin í aðru atløgu og skorar sítt annað mál í dystinum.
10.min: HB er á odda 1-0. René Shaki Joensen verður spældur í gjøgnum og leggur HB á odda.
Liðini eru komin á vøllin í Klaksvík. HB er í kendur reyðu og svørtu troyggjuni, meðan B36 er í ljósabláum. Klæmint Matras er við frá byrjan, eftir at hann í vikuni byrjaði at spæla aftur. Hann hevur havt steðg í hálvt annað ár frá fótbólti.
HB: (4-3-3)
Teitur M. Gestsson – Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Holm(Bartal Wardum 81.min), Gunnar Haraldsen, Pál M. Joensen – Tróndur Jensen(Bárður J. Heinesen 81.min), Fróði Benjaminsen(liðsk), Heini Vatnsdal, René Shaki Joensen(Teit Jacobsen 62.min), Kristin R. Mouritsen(Páll M. Joensen 76.min) – Andrew av Fløtum(Poul Ingason 35.min)
B36: (4-4-2)
Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Robert Heðin Brockie, Hørður Mohr, Alex Mellemgaard(Benjamin Heinesen 31.min) – Jákup á Borg(liðsk)(Rasmus Dan Sørensen 62.min), Klæmint Matras, Róaldur Jakobsen, Hanus Thorleifsson – Lukasz Cieslewicz, Adeshina Lawal