Liðugt: HB hevur vunnið 12. sigurin á rað í Betri-deildini og kann halda summarferiu á ovasta plássi fimm stig framman fyri KÍ, sum er nummar 2. HB hevur heili 40 stig fyri 15 dystir.
92, 1-4: MÁL: Dan í Soylu. Nú setti HB punktum fyri einum óførum sigri á jóansøku.
88, 1-3: Nú eru Suðuroyingar nærri at skora. Jón Krosslá Poulsen hevði gott skot, sum Teitur bjargaði, og aðrar støður hava verið vandamiklar.
77, 1-3. HB hevur skift Daniel Johansen inn fyri Símun Samuelsen. Suðuroyingar eru meira við í dystinum, men ongar ábendingar eru um, at Suðuroyingar kunnu toga seg upp á javnleik.
73, 1-3: Jógvan Skeel Nolsøe hevur avloyst Ara Mohr Olsen av í HB-álopinum. Suðuroyingar hava nú ligið meira framvið í HB-brotsteignum.
70, 1-3: Nú hava Suðuroyingar skift út og broytt spælskipan. Verjuspælarin Heri Kjærbo er farin av vølli, og Jón Krosslá Poulsen, sum nú er komin aftur til Suðuroyar at spæla, verður settur í álopið saman við Faye. Nú líkist uppstillingin meira einari klassiskari 4-4-2.
65, 1-3: Suðuroyingar formáa sær lítið. HB stýrir framvegis gongdini og hóttir við at skora eitt mál afturat. Suðuroyingar hava ikki enn gjørt taktiskar broytingar fyri at leggja meira fyri frameftir.
58, 1-3: MÁL: Adrian Justinussen. Símun Samuelsen legði innfyri, og Adrian Justinussen skoraði aftur. Toppskjúttin hevur nú skorað 2 mál í dag og 15 mál í landskappingini í ár.
56, 1-2: HB er á odda og stýrir spælinum. Í løtuni tykist oddaliðið hava tamarhald á dystinum og stevnir í móti 12. sigrinum á rað í Betri-deildini.
50, 1-2: Teir eru farnir at spæla aftur í Vági. HB hevur sett seg á spælið, og Suðuroyingar liggja aftarliga á vøllinum.
Hálvleikur, 1-2: Spælararnir eru farnir at hvíla seg, og hóast HB hevur lagt seg á odda, er dysturin ikki avgjørdur. Lagt er upp til ein spennandi seinna hálvleik.
41, 1-2: MÁL: Grétar Snær Gunnarsson. Adrian Justinussen leggur inn fyri, og nýggi íslendski spælarin hjá HB stútar bóltin í málið. Oddaliðið svarar aftur beinanvegin, eftir at suðuroyingar hava javnað.
39, 1-1: MÁL: Salmundur Bech. John Villi Wøldike leggur væl inn fyri, og Salmundur Bech rann í bóltin og stútaði hann í málið. Stórur fagnaður á jóansøku í Vági. Suðuroyingar hava nú svarað aftur, eftir at teir hava verið nógv í verjustøðu.
36, 0-1: HB situr framvegis á spælinum, og suðuroyingar eru stundum kroystir av ágangandi HB-spælarunum.
32, 0-1: MÁL: Adrian Justinussen. Eftir at HB eina løtu hevur spælt skjótari og søkt meira at, var tað toppskjúttin í Betri-deildini, sum smekkaði bóltin í málið av brotsteigarmarkinum. Nú hevur Adrian Justinussen skorað 14 mál í landskappingini í ár.
28, 0-0: Framvegis málleyst í Vági. HB hevur havt meira spæl, en Suðuroyingar hava eisini hótt av og á. Suðuroyingarnir tykjast hava meira orku til at takast í nærdystum í dag, enn teir hava havt seinastu dystirnar.
20, 0-0: Suðuroyingar hava varisligt útgangsstøði. HB hevur bóltin meira og leitar eftir holum í suðuroyarverjuni. Suðuroyingar dúva upp á kontramøguleikar hendan fyrsta partin av dystinum.
13, 0-0: Salmundur Bech rak seg í fína støðu, og júst, sum hann kundi havt lagt suðuroyingar á odda, bíðaði hann ov leingi, og kjansurin fór. HB hótti beinanvegin í kontra. Hendan løtan var livlig.
10, 0-0: HB hevur havt fyrstu málroyndirnar. Adrian royndi seg við skoti, sum fór upp um, og síðani hevði Ari Mohr Olsen góðan møguleika, men Rani Johannesen bjargaði, og Símun Samuelsen sendi returin við síðuna av málinum.
8, 0-0: Líkindini eru góð at spæla, men eitt lot er eftir vøllinum. HB hevur lotið í móti í fyrra hálvleiki.
1, 0-0: Dysturin er byrjaður. Dómari er Jóhan Hendrik Ellefsen
Suðuroyingar: Rani Nolsøe Johannesen – Dánjal Godtfred, Eirikur Magnusarson, Dennis Nielsen, Heri Kjærbo, Ibrahim Arifovic – Isaac Shaze, John Villi Wøldike, Salmundur Bech, Stefan Radosavljevic – Pape Mamadou Faye
HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Lasse Andersen, Magnus Egilsson – Adrian Justinussen, Tróndur Jensen, Grétar Snær Gunnarsson, Símun Samuelsen – Dan í Soylu, Ari Mohr Olsen
Upptakt:
Oddaliðið HB spælir í dag í móti Suðuroyingum á nýggjum graslíki á Jóansøku í Vági. HB er áðrenn dystin tvey stig framman fyri KÍ í toppinum í Betri-deildini, men teir kunnu økja munin upp í fimm stig í summarsteðginum. Suðuroyingar eru trý stig oman fyri niðurflytingarstrikuna og kunnu við sigri í dag taka seg longur burtur frá AB og 07Vestur.
Nýggjur spælari er á liðnum hjá Suðuroyingum. Tað er Pape Mamadou Faye, sum er komin úr Íslandi. Hann spælir í álopinum. Jón Krosslá Poulsen, sum er farin aftur til Suðuroyar at spæla, er á beinkinum. Suðuroyingar spæla uttan tveir av profilunum – liðformannin Teit Olsen, sum er leikbannaður, og álopsspælaran Búa Egilsson, sum er skaddur.
Hjá HB er miðvallarspælarin Brynjar Hlóverðsson á beinkinum, hann er sjúkur, men annar íslendskur miðvallari – Grétar Snær Gunnarsson – byrjar í dag.