HB vann 3-2

(Liðugt) Hóast B36 trýsti nógv móti endanum, so eydnaðist tað HB at spæla seg víðari í kappingini um løgmanssteypið.

Hóast HB leingi sá út til fáa ein tryggan sigur í Gundadali, so kom stórur spenningur í dystin móti endanum, tá B36 í tveimum førum minkaðu um munin.

 

HB legði seg annars á odda eftir 14 minuttum, tá HB liðskiparin, Fróði Benjaminsen legði HB á odda 1-0.

 

Tað eydnaðist HB at økja um munin til 2-0 beint áðrenn hálvleik, tá Rógvi S. Holm skallaði eitt hornaspark í netið.

 

HB byrjaði eisini seinna hálvleik uppá sama hátt sum teir endaðu fyrra hálvleik. Tað var ikki spældur meira enn ein minuttur, tá miðvallarin Heini Vatnsdal økti um munin til 3-0 til HB.

 

Tað sá eisini leingi út til at dysturin fór at enda við einum greiðum sigri til HB, men 12 minuttir fyri leiklok eydnaðist tað B36 at minka um munin. Adeshina Lawal skoraði við einum skoti, stutt uttanfyri brotssteigin hjá HB.

 

Tveir minuttir seinni eydnaðist B36 aftur at minka um munin. Innskifti Rasmus Dan Sørensen skoraði til 3-2 og so var stórur spenningur aftur í Gundadali.

 

Tað eydnaðist tó HB at halda stand og at verja leiðsluna, tað sum eftir var av dystinum. Dysturin endaði sostatt 3-2 til HB, ið samstundis eisini spældi seg víðari í kappingini um løgmanssteypið.

 

 

 

 

90 min LIÐUGT. Dysturin í Gundadali er liðugur. HB vann 3-2 á B36. Hóast HB leingi sá út til at fáa ein tryggan sigur, so birtist spenningur í dystin móti endanum, tá B36 í tveimum førum minkaðu um munin. 

 

90 min. B36 trýstir HB í botn, hóast HB hevur ein mann í yvirtali.

 

85 min. B36 heldur fram at trýsta. Jákup á Borg var nær við at javna til 3-3, tá hann skeyt beint framvið málinum hjá HB.

 

81 min. Reytt kort til B36. Eli Falkvard Nielsen hevur fingið sítt næsta gula kort. Júst sum tað var við at koma spenningur í dystin, eru fortreytirnar broyttar hjá B36, nú teir spæla við 10 monnum.

 

80 min 3-2 til HB. Rasmus Dan Sørensen hevur nú skotið tað næsta málið hjá B36. Tað er stórur spenningur í Gundadali, nú tað resta 10 minuttir.

 

78 min 3-1 til HB. Adeshina Lawal hevur minka um munin fyri B36. Áleyparin fekk bóltin uttanfyri brotssteigin hjá HB, vendi sær og smekkaði hann í málið. Nú kann endin gerast spennandi í Gundadali.

 

70 min. B36 hevur framt sína fyrstu útskifting. Rasmus Dan Sørensen er komin á vøllin fyri Hanus Thorleifsson.

 

67 min. Tað hendir ikki nógv í Gundadali í løtuni. Størsta møguleikan í seinna hálvleiki hevur Poul Ingason havt, tá hann skallaði eitt innlegg uppum málið hjá Tórður Thomsen.

 

54 min. HB ger sína fyrstu útskifting. Áleyparin Andrew av Fløtum er farin av vøllinum og í hansara stað er komin Poul Ingason.

 

46 min 3-0 til HB. HB hevur lagt seg á odda í fyrsta minutti í seinna hálvleiki. Tað er miðvallarin Heini Vatnsdal, ið hevur lagt HB á odda 3-0, eftir eina renning frá miðvøllinum. 

 

45 min. Tað er hálvleikur í Gundadali. Hóast B36 hevur verið væl við leikliga, er HB á odda 2-0.  

 

45 min. 2-0 til HB. Hóast B36 hevur verið væl við í fyrra hálvleiki, hevur HB lagt seg á odda HB. Tað var verjuleikarin, Rógvi S. Holm, ið annan dystin á rað skoraði eftir hornaspark. 

 

35 min. B36 hevur yvirtakið í Gundadali í løtuni. Fleiri ferðir eru teir um at koma til stórar møguleikar eftir smáspæl. Serliga Jákup á Borg í høgru er eyðsýndur á B36 liðnum.

 

22 min. B36 er komið betur inn í dystin, eftir at HB legði seg á odda. Tað gongur javnt á í Gundadali.

 

14 min. 1-0 til HB Fróði Benjaminsen hevur lagt HB á odda, eftir eina verjuvillu frá B36. Eli Falkvard Nielsen skuldi skjóta bóltin vekk eftir innlegg, men legði bóltin fyri føturnar á Fróða Benjaminsen, ið takkaði fyri og legði HB á odda 1-0.

 

6 min. HB hevur havt størsta møguleikan í dystinum, tá teir í tveimum førum vóru nær við at fáa mál eftir fríspark. B36 verjuleikarin Alex Mellemgaard bjargaði á strikuni.

 

 

 

Liðini til dystin í dag eru hesi :

 

HB:

Heðin Stenberg - René S. Joensen - Rógvi S. Holm - Jóhan T. Davidsen - Pál M. Joensen - Tróndur Jensen - Heini Vatnsdal - Fróði Benjaminsen (liðskipari) - Christian Mouritsen - Kristin Mouritsen - Andrew av Fløtum

á bonkinum hjá HB sita : Thomas Knudsen - Alex dos Santos - Levi Hanssen - Jógvan Rói Davidsen - Poul Ingason

 

B36: 

Tórður Thomsen - Høgni Eysturoy - Hørður Askham - Eli F. Nielsen - Alex Mellemgaard - Róaldur Jakobsen - Símun Joensen - Jákup á Borg (liðskipari) - Hanus Thorleifsson - Lukasz Cieslewicz - Adeshine Lawal

á bonkinum hjá B36 sita : Trygvi Askham - Benjaminsen Heinesen - Gestur Dam - Rasmus Dan Sørensen - Andrias Eriksen

 

Tað ber til at hoyra dystin á hesari leinkjuni : http://www.pressan.fo/index.php?id=101