Hjá mest vinnandi felagnum í føroyskum fótbólti yvirhøvur, er gullið eitt sjálvsagt mál. Og tí var tað nærum eins sjálvsagt, at valið fall á HB, tá Símun Samuelsen eftir hálvtfimta ár sum fótbóltsútiseti valdi at venda aftur til Føroya.
– Valið stóð ímillum FC Suðuroy, har eg havi mínar røtur, og HB. Eg haldi sjálvur, at liðið hjá FC Suðuroy sær sera spennandi út, men teir eru júst fluttir upp, og tí verður talan neyvan um eina plasering í toppinum alt fyri eitt.
– HB liggur hinvegin í høvuðsstaðnum og hevur eitt sera sterkt lið. Og so vigaði tað eisini nakað, at felagið hevur sett Kristján Guðmundsson sum venjara. Hann er ein venjari, sum mær hevur dámt sera væl, og tí hevði eg einki ímóti at halda fram undir hansara leiðslu, sigur Símun Samuelsen.
Ofta verður tikið til, at íslendskir venjarar eru sera harðir. Er hetta ein maður, sum føroyingar kunnu venja seg við?
– Tað ivist eg ikki í. Kristján er ikki av tí slagnum, sum stendur og geylar eftir spælarunum, so á tann hátt er hann kanska ikki júst tað, sum fólk vanliga rokna við, tá tosað verður um íslendskar venjarar.
Vildi fegin vant meira
Nú kappingarbyrjanin stendur fyri framman, er tað sjálvandi ein spentur Símun Samuelsen, ið er til reiðar at tørna út. Men hann viðgongur, at fortreytirnar í fyrireikingunum ikki hava verið optimalar.
– Eg eri fallin væl til. Men eg hevði ynskt, at vit høvdu vant og spælt meira. Tað hevur tó verið ógjørligt fyri kavanum, og eg haldi eisini, at venjingardystirnir hava víst, at vit ikki eru nóg væl samanspældir enn.
Er tað nakað, sum kann koma at kosta stig fyrstu dystirnar?
– Tað vóni eg ikki, at tað er. Men hinvegin er vandin fyri at missa stig altíð til staðar, tá tú spælir.
Vanta fysiska partin
Árini sum útiseti hava eyðsæð havt sína ávirkan á Símun. Frá at vera ein evnaríkur unglingi, verður Símun í dag mettur sum ein hin fremsti spælarin í landinum. Fleiri meta tó, at talan er um afturstig, nú hann aftur spælir í føroysku deildini, men sjálvur heldur vágbingurin ikki, at afturstigið er serliga stórt.
– Nú hava vit spælt móti fleiri feløgum, og sjálvur haldi eg, at tekur tú teir fyrstu 11 á einstøku liðunum, so er eingin dystur lættur. Heldur ikki hjá HB. So útlit eru til, at tú veruliga verður matchaður hvønn einasta dyst. Hinvegin eru íslendingar munandi betur fyri fysiskt. Ikki minst sæst hetta aftur í venjingunum, har íslendingar hava fulla ferð á frá byrjan til enda, meðan vit føroyingar ofta hava lyndi at taka heldur lættari upp á tann partin.
– Júst her í HB er tann vandin tó ikki heilt so stórur. Vit eru nógvir, sum kappast um plássini á vøllinum, og nú dystirnir hava verið so fáir, eru venjingarnar einasta staðið, har tú kanst prógva teg fyri venjaranum, so intensiteturin hevur verið sera góður, sigur Símun Samuelsen.
Og eg gangi út frá, at tá tú spælir í HB, so er málið fyri kappingarárið hampuliga sjálvsagt?
– Eg haldi sjálvur, at felagið í fleiri umførum hevur meldað greitt út, hvat málið er. So tað haldi eg, at tey flestu munnu kenna!










