HB vísur dystin á stórskýggja í Gundadali

Leygardagin verður steypafinalan, men tað er avmarkað atgongd á Tórsvølli

Tað sleppa bara 1.100 áskoðarar inn á Tórsvølli til steypafinaluna, men nú hevur HB funnið eina loysn, so fleiri kunnu síggja steypafinaluna.

HB boðar nevniliga frá, at steypafinalan móti Víkingi verður víst á stórskýggjanum á Ovara vølli í Gundadali. Sostatt kunnu viðhaldsfólkini hjá HB sita í HB-skýlinum og fylgja gongdini, meðan dysturin er á Tórsvølli. Felagið boðar frá, at HB-húsið er opið frá klokkan 13.

1100 atgongumerki til finaluna

Koronatilmælini frá myndugleikunum skulu haldast, og tað hevur við sær, at einans pláss verður fyri umleið 1100 áskoðarum á Tórsvølli leygardagin.

– Eg ivist onga løtu í, at um umstøðurnar vóru sum vanligt, so var fullsett til finaluna. Men vit mugu rættað okkum eftir myndugleikunum og teirra koronatilmælum, og tí sleppa bara eini 1100 áskoðarar á Tórsvøll leygardagin, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.

Lagt er upp til at HB-fjepparar sita í bólkunum 101, 102, 103 og 104 (nærmast svimjihøllini), og at Víkinga-fjepparar halda til í bólkunum 105, 106, 107 og 108. Síðan er ætlanin at uttanveltaðir áskoðarar sita í bólkunum 109, 110, 111, 112 og í bólki 113.