HB vísti besta spælið

Meistaraliðið HB hevur sýnt besta fótbóltsspælið í 2009. Tað halda tey, sum hava skrivað um fótbólt í Sosialinum í ár.

Kappingin var ógvuliga tøtt. HB vann tepran sigur frammanfyri NSÍ og Víking.

HB venjarin, Sámal Erik Hentze, tók ímóti heiðrinum. Bóltarnir, sum fylgja við, gjørdi hann av at geva smádreingaliðnum hjá HB.