HB vísir gitingunum aftur

Jan Otto S. Holm og Sigfríður Clementsen vísir aftur søgunum, at Sigfríður Clementsen fer at loysa av Julian Hansen í venjarasessinum

- Vit hava eitt ungt lið, og tað eru framvegis 57 stig eftir at spæla um. Vit hava ikki viðgjørt møguleikan at skifta venjaran. Tað er eingin orsøk til tað.
Tað sigur Jan Otto Holm, sum er formaður í HB. Verandi føroyameistararnir hava fingið 10 stig av 24 møguligum higartil. Eftir lemjandi 1-4 tapið í slagnum um høvuðsstaðin í gjár, vóru søgur um, at Sigfríður Clementsen og Magni Mohr, sum fyrr hava havt evstu ábyrgdina av B36 og EB/Streymi, fara at standa á odda fyri HB næstu mánaðirnar.
Sigfríður Clementsen sigur, at hann hevur einki hoyrt frá nevndini í HB.
- Eg havi heldur ikki hug at gera viðmerkingar um eitt starv, sum ein annar hevur, sigur hann.
Jan Otto Holm staðfestir, at HB ætlar ikki at skifta venjaran.
- Eg veit einki um hasar søgurnar, og eg kann ikki annað enn vísa teimum aftur, sigur hann.