HB vónin viknar

HB-Sumba 1-1 (1-0):

HB misti aftur stig um vikuskiftið, og eru nú niðri á einum fimta plássi

 

2. deild


Fyri bert tveimum vikum síðani, var fótbóltslagi av tí besta á 2. deildarliðnum hjá HB.

Liðið var tá á odda í deildini, og tos um heiðursmerki, og kanska enntá úr gulli, var at hoyra millum leikararar.

Í dag er støðan tó heldur tó øðrvísi. Tosað verður kanska framvegis um heiðursmerki, men hesi verða neyvan úr gulli, og í øllum førum skal betrast um úrtøkuna á vøllinum, um so skal verða.


Høvdu allar møguleikar

Leygardagin tók HB móti Sumba, sum í sín part hevur havt eitt rættiliga vónbrótandi kappingarár.

Hetta sá heldur ikki út til at batna leygardagin, tí bert fáir minuttir vóru leiktir, tá HB hevði lagt seg á odda. Ingi Rasmussen spældi djúpt til Eyðun Samuelsen, og av fimm-metra horninum bankaði álopsmaðurin bóltin upp undir nettakið.

Hóast talan ikki var um nakra veruliga leikliga yvirvág, so hevði HB hópin av møguleikum til at avgera dystin næstu løtuna. Ikki minst høvdu teir báðir, Eyðun Samuelsen og Gunnar Mohr, sínar møguleikar, men líka mikið hvussu teir so royndu, so vildi bólturin ikki inn um mállinjuna.

Eisini í seinna hálvleiki helt hendan gongdin fram. Ta einu ferðina eydnaðist Eyðuni at fáa bóltin fram við málverjanum, men í evstu løtu kom ein sumbingar skreiðandi inni a strikuni, sog so var tann vandin av.

Tað var tó líkt til, at talan skuldi gerast um ein tepran heimasigur, men brádliga fekk Sumba eitt mál mest sum burtur úr ongum. HB misti á veg í álop, og eftir at sumbingarnir høvdu spælt seg niðan eftir vøllinum, endaði alt við, at Rene Thomsen smekkaði til úr 20 metrum, og brádliga var javnleikur á máltalvuni.


Takk fyri seinast

Við javnleikinum fingu sumbingar á ein hátt takkað fyri seinast. Tá HB vitjaði í Sumba, var tað neyvan rættvíst, at teir fingu stig við sær, og í so máta mundi javnleikurin kennast søtur hjá sumbingum, sum tó ikki kundu nýta stigið til serliga nógv.

Hinvegin høvdu HB-leikararnir alstóran tørv á stigum. Liðið er nú dottið aftur á fimta plássið á stigatalvuni, so í løtuni røkist ikki fyri heiðursmerkjum. Teir eiga tó framvegis møguleikan at avgera sjálvir, tí komandi vikurnar hava teir dystir móti bæði B36 og TB og fæst full úrtøka úr hesum, verður medaljutosið aftur aktuelt.