Í dag vann HB heili 8-1 á ÍF í VVF-Cup. Millum málskjúttarnar var Símun Samuelsen, sum eisini átti sín stóra lut í FM-heitinum í fjør. Hann er ein av teimum fáu, sum ikki longdi sáttmálan í fjør, men í dag hevur HB kunngjørt, at avtala er gjørd fyri 2019.
33 ára gamli vágbingurin hevur spælt í HB í tveimum førum. Hann kom til HB úr Íslandi í 2010. HAnn spældi eitt skifti í barndómsfelagnum FC Suðuroy og tók eitt ár á Argjum í 2016. Í 2017 kom hann aftur til HB.
- Mong mundu halda, at yrkisleiðin hjá Símuni Samuelsen lækkaði móti endanum, tá hann í 2015 og 2016 spældi við fyrst VB/Sumba og síðani AB. Men nú stendur hann aftur í HB-búnanum við eini FM-medalju um hálsin. Í dag hevur hann skrivað undir ein nýggjan sáttmála og verður tí okkara í eitt ár afturat, skrivar HB.
Sum skilst, so leingir HB eisini við Sebastian Pingel, sum sat uttanfyri meginpartin av kappingarárinum í fjør.