HB víðari eftir umdyst

Bert sjey minuttir vóru eftir av dystinum við Løkin, tá Jónhard Frederiksberg legði NSÍ á odda í dystinum, sum undan degnum í dag varð róptur sum stórdysturin á degnum.

Tað tóktist vera nóg mikið til sigurin, men við trimum minuttum eftir javnaði Rógvi Jacobsen til 1-1.

Tí varð neyðugt við umdysti, og henan avgjørdi Jákup á Borg, tá Jens Martin Knudsen ikki megnaði at halda skotroynd fra Rógva Jacobsen.

 

NSÍ-HB 1-2 (0-0)

1-0: Jónhard Fredriksberg

1-1: Rógvi Jacobsen

1-2: Jákup á Borg