HB skal í annaðkvøld spæla fyrru hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið á útivølli móti NSÍ. HB verður uttan liðskiparan Fróða Benjaminsen, sum er burturstaddur og Andrew av Fløtum, ið hevur leikbann.
- Fróði hevur verið nakað burtur í ár, so vit hava nakrar samansetingar til miðvøllin uttan Fróða. So vit ræðast ikki at spæla uttan Fróða, sigur Heðin Askham, venjari hjá HB.
Stóra ivamálið hjá HB er Christian R. Mouritsen, sum veruliga hevur funnið góða spælið fram seinastu dystirnar. Hann fór av vøllinum móti AB við pínu í tjúkkanum. Óvist er um talan er um fipur ella bara slag.
- Vit testa Christian í morgin. Er hann klárur so spælir hann, sigur Heðin Askham, sum er nøgdur við ein javnleik í fyrru hálvfinaluni á útivølli.
- Sjálvandi spæla vit fyri at vinna, men fáa vit ein javnleik við Løkin, so er tað góðkent. HB hevur ein serligan spælistíl, men um vit verða trýstir langt aftur á vøllin, so er týdningarmikið at vit halda skipanina í verjustøðu, sigur venjarin hjá HB.
HB hevur ring minnir úr Runavík fyrr í ár. Í landskappingini taptu teir 2-0, har NSÍ var greitt omaná. Heðin Askham er tó ikki bangin fyri, at spælararnir hava gloymt tað avrikið.
- Tað var kanska vendipunktið hjá okkum. Tapið fekk okkum at ransaka okkum sjálvar. Síðani hava avrikini verið nógv betri, sigur Heðin Askham, sum saman við HB var í finlauni í steypakappingini fara kappingarár. Tá taptu teir 1-0 fyri Víkingi.
Fyrra hálvfinalan millum NSÍ og HB verður í morgin klokkan 18.30. Í hinari hálvfinaluni møtast Víkingur og B36. Tann dysturin byrjar klokkan 19.00. Rás2 og Livescore á in.fo hava beinleiðis frásøgn frá hálvfinalunum.