HB upp á annað plássið

HB-Skála 2-1 (2-0)

Mett eftir fyrra hálvleiki, so var talan um ein uppibornan sigur hjá HB. Fyrstu trý korterini var HB væl betra liðið, og við tveimum fínum málum bygdu teir sær eisini eina trygga leiðslu.

Fyrra málið kom eftir fínt samanspæl millum Jákup á Borg, Milan Kuljic og Andrew av Fløtum, áðrenn hesin seinasti spældi Páll Mohr Joensen leysan. Og í seinna førinum var talan um frálíkt skot frá Jákupi á Borg.

Eftir steðgin tóktist HB hava fult tamarhald á støðuni, men um hálvan hálvleikin loyvdu teir Skála inn aftur í dystin. Vagnur Mohr Mortensen og Tróndur Vatnhamar púrasta misskiltu hvønn annan, og so gjørdist talan brádliga um sjálvmál.

Seinastu løtuna royndi Skála at trýsta, og teir høvdu eisini einstøk vandamikil innlegg. Hinvegin hevði HB eisini onkran góðan møguleika, har teir kundu økt um munin. Men fleiri mál komu ikki, og so kundu gestirnir fara væl nøgdir heim aftur til Havnar, áðrenn teir í morgin pakka sær kuffertini og fara til Svøríkis at spæla Intertoto.