HB-unglingarnir steypavinnarar 200

VB var á fyrsta sinni umboðað í einari steypafinalu fyri unglingar, og mátti lúta fyri favorittunum úr Havn.

Unglingafinalan

HB-unglingarnir eru steypavinnarar fyri kappingarárið 2002. Hetta gjørdist greitt, eftir teir vunnu finaluna ímóti VB við tveimum málum móti ongum. Finalan varð leikt týsdagin seinnapart á Tórsvølli. Dysturin gjørdist ongantíð tað heilt stóra fótbóltsupplivilsið, tí bæði høvdu ilt við at fóta sær á grasinum. Nakað av regni var týsdagin, og hetta gjørdi ikki uppgávuna lættari fyri spælarnar, tí tungt var at flyta seg á vøllinum.

HB- liðið var vælmannað týsdagin, tí á liðnum høvdu ikki færri enn níggju spælarar áður roynt seg á fyrsta liðið, og tað skuldi verið góð barlast at hava til slíka finalu. Bulurin á VB- liðnum er frá dreingjaliðnum, sum í fjør vann meistaraheitið. Liðið er ungt og evnaríkt, men spælaranir hava ikki somu royndir sum HB-leikararnir.

Tamur fyrri hálvleikur
Í einum linligum fyrra hálvleiki, vóru hendinga møguleikar. HB hevði lítla yvirvág í spæli, har tað mesta fór fram á miðjuni. HB-framherjin, Bjarni Jørgensen, hevði ein stóran møguleika miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá hann gjørdist leysur við VB -málverjanum, men Bjarni skeyt framvið málinum. Bæði liðini høvdu eisini skotroyndir útifrá, men uttan at raka málið.

Stutt fyri hálvleikssteðgin eydnaðist tað HB at leggja seg á odda. Eftir eina miseydnaða sending frá HB-verjuni fram til framherjarnar, missir VB-verjuleikari bóltin inni í egnum brotsteigi og hetta verður revsað av Vagni Mohr Mortensen, ið ótarnaður kann leggja bóltin framvið VB-málverjan til hálvleiksstøðuna 1-0 til HB.

Rani avgjørdi
Í seinna hálvleiki gjørdist spælið betri , og møguleikar vóru á bæði mál. Spælarnar høvdu eisini lættari at finna hvønn annan á vøllinum, og til tíðar var fínt fótbóltsspæl. Eitt korter inn í seinna hálvleik, vóru VB-leikarnir rættiliga óhepnir við ikki at koma ájavnt við havnaliðið. Eftir góða sending frá VB-miðvøllinum gert Eyðfinn Ludvig púra leysur við HB-málverjanum, men Pól N. Joensen hálvbjargar, og tá verjuleikari kemur honum til hjálpar, endar bólturin á tvørstongini og brestur útaftur í spæl. Ta løtuna trýstu vábingar HB-verjuna, men uttan at nakar heilt stórur møguleiki spurdist burturúr.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki kom innskiftið Páll M. Joensen at liggja væl fyri í VB-brotsteiginum, men skotið var ikki neyvt, og bólturin fór framvið málinum.

10 minuttir fyri leiklok hevði HB vunnið sær fríspark úti í vinstra borði, og Rani D. Christiansen settur at skjóta. Frísparkið var allarhelst ætla sum innlegg, men bólturin streyk beinleiðis í málið. VB royndi at trýsta tað sum eftir var av dystinum, men uttan úrslit, og felagið úr Havn kann nú fegnast um, at fyrsta steypið í ár er komið í hús.