HB unglingarnir meistarar

Klaksvíkingar vunnu silvur, og EB/Streymur, sum mánakvøldið gav meistaraliðnum dygga mótstøðu, fór við bronsuni

 

Unglingar


Mánakvøldið varð tað endaliga greitt, sum hevur verið í ljósmála, síðani HB unglingarnir fyrr í hesum mánaðinum vunnu 5?0 á heimavølli ímóti KÍ.

HB átti í síðsta umfarinum mánakvøldið heimavøll ímóti EB/Streymi. HB vann 3?1. Fyri at vinna meistaraskapin var neyðugt hjá HB í hvussu so er at greiða javnleik. HB hevur bara tapt ein landskappingardyst. Hann var á útivølli ímóti steypavinnarunum úr KÍ.

Tað sást væl í Gundadali mánakvøldið, at EB/Streymur, sum vann triðja plássið og eftir dystin fekk handað bronsumerkini, eigur eitt gott unglingalið. Teir góvu HB dygga mótstøðu, og fleiri ferðir noyddist Pól N. Joensen, HB liðformaðurin í málinum, at vísa sítt kynstur. Tey trý HB málini vórðu øll skorað at spælarum, sum hava spælt nógv í 1. deild í ár: Jón Rói Jacobsen, Høgni M. Joensen og so Pól N. Joensen, sum stutt undan leikloki staðfesti sigurin úr ellivu metrum.

Tað hevur verið spælt um FM í unglingadeildini síðani 1967. Meistaraheitið í ár er tað 16. hjá HB. Ítróttarsosialurin ynskir HB hjartaliga tillukku við meistaraheitinum.

Silvurkrónurnar endaðu í Klaksvík. KÍ spældi síðsta dystin ímóti B68 á Svangaskarði mánakvøldið. Klaksvíkingar vunnu 3?0. Hjalgrím Elttør skoraði tvey av KÍ málunum.