Fótbóltur
Tað er felags fyri øll feløgini, at tey royna at sleppa undan trýsti. Spælarar og venjarar eru vornir meiri professionellir, tá teir úttala seg. Tað vil í hesum førinum siga, at teir hava lært at rósa mótstøðumonnunum so nógv, at tað onkuntíð nærkast skammrósi. Soleiðis gera teir í útlandinum, og tað er snilt, tí tað er altíð lættari at spæla, tá onnur ikki rokna við, at tú fert at útinna tað stóra.
Fyrsta umfarið í 59. útgávuni av landskappingini varð spælt sunnudagin. Tríggir dystir endaðu við heimasigri, ein endaði við javnleiki, og í einum føri vann útiliðið. Í alt vórðu skorað fjúrtan mál. Tað ljóðar ikki av so ógvuliga nógvum, men tað eru trý fleiri, enn tað vórðu skorað í fyrsta umfarinum í fjør.
VB hevur FM heitið at verja. Vágbingar eru á odda eftir fyrsta umfarið. Í VB eru tey greið yvir, at tað fer at verða torført at verja góða avrikið í fjør, og tey eru eisini greið yvir, at stórsigurin sunnudagin varð vunnin ímóti liðnum, sum í løtuni ivaleyst stendur veikast í bestu deildini.
HB sannførandi
Lagið er av tí besta í HB húsinum í løtuni. Kiksarin í fjør, tá HB í næstsíðsta umfarinum ímóti grannunum í B36 so at siga tveitti FM heitið burtur, er framvegis feskur í huganum. Tí verður nógv gjørt fyri at undirstrika, at kappingin er long, at allir dystir eru torførir, at bólturin er rundur, og at alt tískil kann henda og meiri av tí slagnum. Men kortini skerst tað ikki burtur, at HB tykist vera sera væl fyri, og at teir í løtuni eru besta boðið upp á FM heitið.
Henda seinasta vikan hevur verið sera góð hjá HB. Í síðstu viku vunnu bæði smádreingirnir og dreingirnir steypafinaluna. Leygardagin vann 2. deildarliðið púra óvæntað 3?2 á heimavølli ímóti favorittunum úr Fuglafirði, og sunnudagin vann besta liðið 3?1 á B68, sum fleiri ferðir ? og seinast í fjør ? hevur snýtt HB í Gundadali.
Sunnudagin hevði HB samkomu fyri stuðlunum hjá felagnum. Nýggjur tvey ára stuðulssáttmáli við Føroya Banka varð undirskrivaður, og alt tykist at standa sera væl til.
Nógvir spælarar eru umboðið á besta liðnum, har Ion Geolgau rættuliga hevur fingið ein tryggan spælistíl at rigga. HB má finna seg í, at teir verða roknaðir sum stórfavorittar, tá teir sunnudagin fara til Klaksvíkar.
KÍ skinklar
Í Klaksvík stendur ikki so væl til, sum tað ger hjá HB. Skal tað leitast eftir uggum, so mugu teir vera, at 2. deildarliðið leygardagin megnaði málleysan javnleik ímóti aldursforsetanum TB, og at unglingaliðið hóskvøldið vann 1?0 á FM vinnarunum úr HB.
KÍ tapti fyrsta landskappingardystin í fjør á heimavølli við einum máli. NSÍ vann 1?0, og tá varð sagt, at klaksvíkingarnir ongantíð komu undan trýstinum, sum tapið legði á teir, og harvið var kappingarárið, sum tað varð roknað so nógv av, oyðilagt.
Sunnudagin tapti KÍ fyrsta landskappingardystin í hesum árinum við einum máli á heimavølli. Tað kom sera illa við, og tað ber væl til at ímynda sær, at KÍ skjótt kemur undir stórt trýst. Eftir at HB hevur vitjað, skal KÍ til Vágs, og so fáa teir vitjan av NSÍ!
Í Klaksvík royna teir at undirspæla sín leiklut. Tað verður sagt, at teir eru farnir undir at byggja eitt nýtt lið upp, og at tað tískil ikki skal roknast so nógv við teimum. Í tí sambandinum var tað undrunarvert sunnudagin, at tveir av ungu spælarunum, sum hava verið á U?16 og U?18 landsliðnum, og sum hava spælt nógv í steypakappingini, vóru á beinkinum frá fyrsta bríksli.
Nógvir spurningar og fá svar
At B71, EB/Streymur og FS Vágar verða roknað ímillum liðini, sum fara at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, hevur verið at sæð í bløðunum. Tað fæst at síggja, hvussu tað verður við tí. At B71 í fyrsta umfarinum tryggjaði sær trý stig, fer at hava alstóran týdning hjá sandoyingum.
Hvussu hini liðini eru fyri, mugu vit bíða eitt sindur við at finna út av. B36 hevur verið roknað ímillum favorittarnar, og teir hava nógv gott fólk. Sunnudagin megnaðu teir ikki at endurtaka sigurin, sum teir í fjør tiltuskaðu sær í Runavík.
Næstsíðsta vikuskiftið var tað í fjórðingsfinaluni í steypakappingini málleyst ímillum NSÍ og GÍ (at NSÍ vann brotssparkskappingina er ein onnur søga). Sunnudagin vann GÍ við einum máli í Klaksvík, har heimaliðið meiri enn helmingin av tíðini var undirmannað, meðan NSÍ spældi javnt ímóti B36. Árstalsliðið hevur í steypakappingini tvær ferðir spælt javnt ímóti HB.
Hagtalsvavgreyturin omanfyri boðar frá, at tað framvegis er rættuliga ógreitt, hvussu ymsu liðini eru fyri, men tað er eingin ivi um, at HB tykist vera mest sannførandi. B68 liðið, sum HB vann 3?1 á, var skert (manglaðu bæði Súna Fríða Johannesen og Marcello Marcellino), men toftamenn hava nógvar góðar spælarar. Hvussu teir og meistararnir úr Vági standa seg ímóti hvørjum øðrum fæst at vita, tá VB sunnudagin fer at vitja á Svangaskarði, har teir í fjør vunnu.
Dystirnir í 2. umfari eru hesir: GÍ?EB/Streymur, KÍ?HB, B68?VB, FS Vágar?NSÍ og B36?B71.