Tað ljóðar sum ein nógv spæld, gomul og skøva pláta, men HB var aftur rættiliga stórur favorittar, tá liðið var á vitjan úti í Vika á Argjum í gjár í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.
Men hóast liðið var roknað sum stórfavorittur, so sást hetta ikki fyrstu løtuna av dystinum. AB beit nevniliga heilt væl frá sær fyrsta 10 minuttirnar, og liðið kom eisini fram til fleiri góðar støður, men lítið kom hóast tað burtur úr nógvu støðunum.
Tað var serliga í vinstru síðu, at tað riggaði væl hjá AB hesa løtuna. Sorin Anghel var væl upplagdur, og hann megnaði í fleiri førum at koma oman á baklinjuna inni í brotsteiginum, men har var ongantíð nakar AB-leikari klárur, tá rumenin legði tvørturum.
Men HB kom spakiliga betur við í dystin, og eftir eitt korter komu teir á odda við máli frá Heina Vatsndal, sum kom at standa væl fyri í brotsteiginum eftir eitt hornaspark. Stutt framman undan hevði HB verið tætt við at lagt seg á odda eisini eftir hornaspark, og hesa løtuna hevði HB havt munin.
Tað, ið eftir var av fyrra hálvleiki, stýrdi HB, men hóast hetta, so hevði AB tær naskastu royndirnar. Í tveimum førum vóru teir tætt við at skalla bóltin í mál. Fyrst eftir eitt frísparksinnlegg og síðani eftir eitt hornaspark, og seint í fyrra hálvleiki áttu argjamenn at havt javnað, tá Karstin Højgaard gjørdist púra leysur eftir ein stóran feil í HB-verjuni. Áleyparin brendi tó upp á tað skammiligasta, og so var HB á odda í steðginum.
HB sat á øllum
Meðan dysturin hevði verið javnur fyri steðgin, so var myndin ein heilt onnur eftir steðgin. HB setti seg nú fullkomiliga á dystin, og AB megnaði als ikki at leggja nakað trýst á HB.
Hvørja ferð argjamenn royndu at koma niðan á vøllinum í trýstinum, so kom HB til góðar støður, og tað tóktist mest sum bara at vera ein spurningur um tíð, áðrenn HB økti um leiðsluna.
Tað gekk tó rúm tíð, áðrenn hetta hendi, men 10 minuttir fyri leiklok bragdaði aftur hjá HB, tá Andrew av Fløtum heldur tilvildarliga kom at standa væl fyri í brotsteiginum. Í fyrstu atløgu rakti hann ikki bóltin, men í aðru atløgu fekk hann lagt bóltin millum beinini á Heðin Stenberg og í málið, og so var dysturin avgjørdur.
Frammanundan hesum hevði HB havt fleiri góðar møguleikar at økt um leiðsluna, so tí var tað heilt í tráð við spæl og møguleikar, at tað eydnaðist HB at økja um leiðsluna.
2-0 gjørdist endaliga úrslitið, og HB hevur tí spælt seg víaðri til hálvfinalurnar í steypakappingini.
Góður seinni hálvleikur
Ein av leikarunum, sum spældi ein sera góðan dyst fyri HB, var Christian R. Mouritsen. Hann var nøgdur við úrslitið, men var ikki heilt nøgdur við allan dystin.
– Eg eri ikki heilt nøgdur við fyrra hálvleikin hjá okkum. Tá er dysturin faktiskt rættiliga javnur, men eg føli ikki ordiliga, at vit spæla upp til okkara besta. Tað var tó gott, at tað eydnaðist okkum at koma á odda, tí hetta gjørdi uppgávuna lættari til seinna hálvleik, segði Christian R. Mouritsen eftir dystin.
Hann var tó væl nøgdur við avrikið eftir steðgin.
– Í seinna hálvleiki er støðan tó ein onnur. Tá sita vit á øllum, og eg føli, at vit hava fult tamarhald á dystinum. Vit spæla bóltin væl runt og halda teimum frá málmøguleikum, og vit hava eisini møguleikar sjálvir at avgera dystin, men tað knýpur eitt sindur at fáa mál. Men tá vit so fáa næsta málið seint í dystinum, so er tað avgjørt, sigur Christian Mouritsen.
Júst myndin, har HB kemur á odda tíðliga í dystinum fyri síðani at seta seg á mest sum alt spælið, uttan á nakran hátt at leypa framav, hava vit sæð fleiri ferðir fyrr í ár. Og Christian R. Mouritsen ásannar eisini, at hetta er nakað, sum liðið hevur arbeitt nógv við.
– Vit hava arbeitt nógv við at stýra spælinum á vøllinum, eisini eftir at vit eru komnir á odda. Eg haldi eisini, at hetta hevur riggað rættiliga væl í fleiri dystum, og hetta kemst serliga av, at vit eru ótrúliga væl skipaðir defensivt, og tað blívur sjálvandi ikki verri av, at vit hava so nógvar góðar leikarar á liðnum. Júst hetta ger tað eisini lættari at varðveita eitt sovorðið trýst. Men tað hevur hinvegin eisini kiksað onkuntíð. Bæði móti B36 og ímóti Víkingi eru vit komnir á odda og hava mist sigurin í seinna hálvleiki, so vit kunnu gera tað enn betur, staðfestir Christian R. Mouritsen.
Tað gongur rætta vegin
Fyri Christian Mouritsen sjálvan hevur byrjanin upp á kappingarárið ikki verið av teimum allarbestu. Hann var darvaður av skaða í uppstartinum og hevur eisini fingið onkrar smásnuddir seinastu dystirnar, sum m.a. hildu hann uttan fyri móti Víkingi, men á Argjum í gjár sá sera gott út hjá sterka offensiva leikarunum.
– Eg haldi ikki sjálvur, at tað hevur gingið so væl hjá mær higartil í ár, sum eg fegin hevði viljað. Eg havi ikki verið líka nógv við í uppbyggjandi spælinum, sum eg havi verið okkurt annað árið, men tað er eisini tí, at eg havi mist ein part av uppstartinum, har eg havi verið eitt sindur ávirkaður av skaðum, sigur Christian R. Mouritsen, sum tó var nøgdur við innsatsin á Argjum.
– Eg haldi tó, at tað gekk á eini leið í gjár. Heðin (Askham, blðm.) valdi at flyta meg inn á offensiva miðvøllin frá byrjan av, soleiðis at eg kundi vera meira við í spælinum, og hetta haldi eg sjálvur riggaði væl. Eg kendi á mær, at nógv av tingunum riggaðu væl ígjøgnum dystin, og eg var væl við í uppbyggjandi spælinum hjá okkum. Eg fann eisini væl pláss millum verjuna og miðvøllin hjá teimum, og tað er eitt gott tekin. Eg haldi tó enn, at tað kann blíva nógv betri, men eg kenni á mær, at eg eri á rættari leið, og at formurin er við at vera har, sigur Christian R. Mouritsen, sum nú er klárur til hálvfinaluna í steypakappingini saman við liðfeløgunum í HB.
- - -
Leikarametingar:
AB:
Heðin Stenberg 4
Stóð ein sera góðan dyst. Hevði fleiri góðar bjargingar og fekk ikki gjørt stórvegis við málini hjá HB.
Jónas Stenberg 2
Rennur nógv og arbeiðir væl, men tykist sum heild ov ótryggur bæði offensivt og defensivt.
Jógvan Isaksen 3
Spældi ein fínan dyst. Flytir seg væl og stýrir verjuni væl, og megnar í flestu førunum at rudda upp, tá vandi var á ferð. Átti tó møguliga at steðga Andrew við seinna málið.
Sørin Samuelsen 3
Stóð væl defensivt, og megnaði eisini í fleiri førum at rudda væl upp í vandastøðum. Tók eingi óráð fyri defensivt, men var samstundis eitt sindur ótryggur á bóltinum.
Beinir Ellefsen 3
Spældi væl defensivt, har hann hevði rættiliga gott tak á høgri síðuni hjá HB. Kom eisini væl fram við í vinstru síðu, men kvaliteturin var ov lítil á innleggum.
Jobin Drangastein 2
Arbeiðsinnsatsurin liggur ongantíð eftir, men sum heild kom alt ov lítið burturúr. Hann tóktist ikki rættiliga at føla seg heima á høgra vongi – í øllum førum ikki í hesum dystinum.
Hørður Mohr 3
Hevði nakað av trupulleikum defensivt móti sterka HB-miðvøllinum, men gjørdi tað hampiligt offensivt. Hevði onkra skotroynd og slepti sær sum heild væl av við bóltin.
Kári Nielsen 2
Hevði trupulleikar av smáspælinum hjá HB, og kom ikki rættiliga til sín rætt, tá AB var á bóltinum.
Sorin Anghel 3
Var naskur og avbjóðandi fyrstu løtuna av dystinum, og skapti nakrar góðar støður í vinstru síðu. Fall eitt sindur í støði eftir hetta og var heldur anonymur í seinna hálvleiki.
Bárður Olsen 3
Hevði fleiri góðar deyðbóltar og var ein av fáu AB-leikarunum, ið var tryggur á bóltinum. Fekk tó alt ov lítið av hjálp fram eftir vøllinum.
Karstin Højgaard 2
Arbeiddi væl og rann nógv, men lítið kom burtur úr nógvu túrunum fram eftir vøllinum. Fekk ein gyltan møguleika eftir stórt verjukiks hjá HB, men royndin var alt ov óneyv.
Mikkjal Hentze 2
Kom inn á offensiva miðvøllinum, men megnaði ikki veruliga at seta síni fingramerki á dystin.
Christian í Garði 2
Skapti saman við Magnusi Egilsson nakað av óróð í HB-verjuni, tá hann kom á vøllin, men í fleiri góðum støðum tók hann skeivar avgerðir.
Magnus Egilsson 3
Fekk ikki nógvar minuttir á vøllinum, men megnaði at skapa nakað av óróð í HB-verjuni seinastu løtuna av dystinum.
HB:
Teitur Gestsson 3
Málmaðurin spælir ein fínan dyst. Hann verður ongantíð veruliga lagdur undir trýst, men tekur tað, hann skal.
Jógvan Rói Davidsen 3
Hevði ávísar trupulleikar defensivt fyrstu løtuna av dystinum, men spældi seg væl upp. Skjótleikin skapar eisini vandastøður offensivt, men henda dagin kom ov lítið burturúr fram eftir.
Jóhan T. Davidsen 3
Stýrir verjuni sera væl og er væl við í uppspælinum, men ger aftur hesa ferð ein risastóran feil, sum uttan iva átti at kosta eitt mál. Slapp tó við skelkinum.
Rógvi S. Holm 4
Góður innsatsur. Stendur væl defensivt, er sterkur í nærdystum og luftdystum og altíð vandamikil í deyðbóltum.
Pál Mohr Joensen 4
Spældi væl defensivt, men henda dystin vísti hann eisini góðar dygdir í offensiva spælinum. Kom væl fram við og hevði fleiri innlegg. Manglaði tó eitt sindur av neyvleika.
Fróði Benjaminsen 4
Vinnur nógvar bóltar á miðvøllinum og dugdi væl at fordeila spælið. Dýpdarrenningarnar vóru góðar, og liðskiparin átti helst eisini at fingið okkurt málið.
Heini Vatnsdal 4
Vísir sína stóru styrki í feltinum við einum máli. Flytir seg annars væl, vinnur nógvar bóltar og er altíð vandamikil, tá HB fer í álop. Gjørdi tó onkra vandamikla feilavlevering.
René S. Joensen 3
Fekk møguleikan á høgra vongi og spældi ein fínan dyst. Megnaði tó ikki veruliga at skapa tað heilt stóra offensivt, men átti tó at skora í seinna hálvleiki eftir sera góða renning.
Christian Mouritsen 5
Besti maður eftir mínum tykki. Flutti seg væl í rúminum millum verjuna og miðvøllin hjá AB, og var høvdið aftan fyri nógvar málmøguleikar. Misti mest sum ongar bóltar.
Kristin Mouritsen 4
Var sterkur í bandaspælinum, og kom til fleiri góðar. Skjótleikin var eisini ein stór avbjóðing fyri AB. Sum heild ein góður innsatsur.
Andrew av Fløtum 4
Er altíð góður at spæla bóltin niðaná, og so skapti hann eisini fleiri góðar støður fyri HB. Umframt hetta kryddaði hann innsatsin við einum máli.
Símun Samuelsen 3
Fekk ikki so langa tíð á vøllinum, men vísti góðar taktir. Er sterkur í smáspælinum, og so hevur hann eitt sera gott “drive” fram eftir vøllinum.
Levi Hanssen
Var ov stutt á vøllinum til at gera nakra meting.
Tróndur Jensen
Var ov stutt á vøllinum til at gera nakra meting.










