HB trívst illa á Skála

Á Skála er lagið munandi betri, enn tað hevur verið, og nú gongur tað tann vegin, at kapping verður um plássini

Upptakt

HB verður roknað at eiga eitt tað mest spennandi fótbóltsliðið. Sunnudagin eiga ungu menninir stóra uppgávu. Teir skulu spæla á Skála, har HB higartil ongantíð hevur vunnið.
- Eg kenni hagtølini, og eg minnist 1-1 dystin fyrr í ár. Í Fuglafirði sóu vit, at Skála aftur er væl fyri. Formkurvan hjá einstøku spælarunum og liðnum gongur rætta vegin, og í Johan Nielsen hava teir venjaran, sum hevur best innlit og fatan av øllum í landinum. Honum havi eg stóra virðing fyri, sigur Krzystof Popczynski, HB venjarin, sum hevur allar uttan Jákup á Borg og Bárð Johannesen tøkar.
- Jákup venur við okkum, men vit eru samdir um, at nú skal skaðin, sum leingi hevur plágað, fáast burtur. Bárður hevur verið skaddur, men tað gongur rætta vegin. Tróndur hevur gjørt nógv við venjingina, og kappingin teirra millum er tøtt og harvið gevandi, sigur HB venjarin, sum roknar fyritreytirnar vera fyri góðum dysti, tí bæði Skála og HB leggja dent á at spæla fótbólt.
Bjarni Jørgensen noyddist av vøllinum í Fuglafirði. Gamli vøddaskaðin heldur fram at plága. Ivasamt er um Bjarni verður tøkur ímóti gomlu liðfeløgunum. Hjá Arnholdti Berg og Alexanduri Johansen gongur tað rætta vegin. Jóhan Troest Davidsen vísti týskvøldið, at hann kann gerast góður styrkur.
- Spælið er farið at líkjast, og vit fegnast um úrtøkuna, sum vit hava fingið tvær tær seinastu ferðirnar. Tað hevur verið ímóti teimum, sum eru undir okkum  B68 og ÍF  nú skulu vit vísa, at vit eisini kunnu standa okkum ímóti toppliðunum, staðfestir Jónhard Frederiksberg.