At KÍ mestsum altíð spælir yvir evni, tá mótstøðuliðið er HB, gekk sjón fyri søgn í Klaksvík í gjárkvøldið. Enntá løgdu teir bláu so nógv fyri, at HB ongantíð av álvara fekk víst nógvar av teimum dygdum, ið eyðkenna eitt oddalið. HB fekk snøgt sagt ikki frið til tað.
Samstundis má ásannast enn eina ferð, at KÍ sjáldan hevur eydnuna við sær, tá festligir karmar annars eru um ein dyst. Hesa ferð Summarfestivalurin, ið saman við bæði Norðoyastevnu og Sjómannadegi hevur roynst norðoyingum væl, men KÍ illa.
Langt var millum sjussarnar hjá HB, og tað var líka við, at talan kanska var um bara eina einastu kvalitetsroynd ímóti KÍ-málinum. Allíkavæl vann HB 2-0, uttan nakrantíð at vísa tað stóra.
Ivadómar
Tey bæði málini hjá HB vóru einki at reypa av. Tað fyrra skoraði Andrew av Fløtum upp á brotsspark, tá beinini vórðu tikin undan Fróða Benjaminsen mitt í fyrra hálvleiki. Býtt og óneyðugt, men at tað kundi henda, stóðst fyrst og fremst av, at HB fekk eitt hornaspark, tá KÍ í veruleikanum átti málspark.
Og so var tað seinna málið fimm minuttir fyri tíð, ið veruliga hevði »Maradona-stíl« – men altso av tí keðiligara slagnum, ið neyvan hugaði nøkrum av teimum sera mongu áskoðarunum, ið vóru til dystin.
Ikki minni í tí førinum bar til at tosa um ein avgjørdan feil í dømingini, tá Hanus Thorleifsson fyrst boksaði bóltin – og sá út til at vænta, at dómarin fór at floyta fyri frísparki til KÍ. Síðani hælaði Hanus bóltin í málið – og sá kanska bilsnari út enn nakar annar, tá hetta var viðurkent sum mál!
Tóku ikki av
Munurin, sum annars var á liðunum, var ikki stórur, men KÍ gjørdi klárt fleiri feilir enn HB, sum tóktist hava tamarhald á dystinum. Serliga var Hans á Lag ein brandur, ið veruliga vísti, hvussu virðismikil hann er fyri oddaliðið, tá mest umræður.
KÍ kendi snøgt sagt ikki sína vitjunartíð, og tá Kristoffur Jacobsen, Heðin á Lakjuni, Hjalgrím Elttør og Páll Klettskarð ikki fingu gagnnýtt sínar størru og smærru kjansir, skal ikki altíð so nógv til, at tað í staðin endar við tapi – serliga ímóti einum betri liði.
KÍ, sum hevði sínar bestu løtur í fyrra hálvleiki og í sambandi við nakrar av deyðbóltsstøðunum í seinna, fekk hálvavegna reist seg aftur eftir smeitin við Margáir. Men framvegis sær liðið ikki betur út, enn stigatalvan sigur…
MYNDATEKSTUR:
Hans á Lag gekk undan fyri HB í dystinum ímóti KÍ í gjárkvøldið, har Páll Klettskarð og hinir á KÍ-liðnum ofraðu seg – men til fánýtis
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir