Uppgerðin í Gundadali ímillum meistararnar í HB og VB/Sumba er liðug. Úrslitið var 3-1 til HB, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 2-0. HB málini í 1. hálvleiki skoraðu Milan Kuljic og Páll M. Joensen. Birigr Jørgensen minkaði beinanvegin eftir steðgin um munin við brotssparki til 2-1. Rógvi Jacobsen staðfesti heimasigurin, tá ið tað restaðu átjan minuttir.










