HB trýsti B71 undir strikuna

1. DEILD: Við sigri á Eiði í kvøld lyfti HB seg upp um niðurflytingarstrikuna

Mikukvøldið hittast liðini í Betri deildini hjá HB og EB/Streymi í Hólmanum á Eiði. Í kvøld hittust næstbestu liðini hjá somum feløgum á sama vølli.

Meðan spenningurin í toppinum snýr seg um, um tað verður nøkur uppflyting heldur enn um, hvør tað verður, sum fer at flyta upp, so er tað stórur spenningur um, hvør fer at flyta niður saman við EB/Streymi.

Í kvøld hevði EB/Streymur vitjan av HB, sum undan dystinum var næstniðast. HB vann 2-0. Tað ber við sær, at HB nú er á áttanda plássi, meðan B71 nú er undir strikuni. Bæði HB og B71 hava 23 stig. Málmunurin hjá HB er -7, og hjá B71 er málmunurin -18.

Skála og B36 hava 24 stig og eru harvið eisini í vanda fyri at flyta niður.

Longu í triðja minutti legði Símun Sólheim HB á odda, og tríggjar minuttir undan steðginum økti Jón Krosslá Poulsen um munin til 2-0, sum eisini varð úrslitið.