Ein av avgjørdu profilunum hjá HB í fyrru hálvu hevur verið Aleksandar Stankov, sum við sjey málum í 10 dystum í Effodeildini er HB-toppskjútti og er á einum deildum triðja plássi á toppskoraralistanum í Effodeildini.
Tað hevur verið ógvuliga avgerandi fyri HB, at teir framhaldandi skuldu sleppa at leiga makedonska framherjan úr danska felagnum Viborg FF. Hann var upprunaliga bara leigaður fram til summarsteðgin.
Tað hevur nú eydnast at leingja um leigusáttmálan. HB-venjarin, Sigfríður S. Clementsen, váttar fyri Sosialinum í dag, at 26 ára gamli Aleksandar Stankov heldur fram í HB restina av kappingarárinum.
Ungi framherjin, Ari Mohr Olsen, er útleigaður til EB/Streym, men hinvegin er Øssur Dalbúð komin heimaftur til HB og kann hann nú mynda eitt nýsamansett og øðrvísi álopspar saman við Stankov.










