HB til Sandavágs í kvøld

Heimaliðið stríðist fyri at flyta upp og útiliðið fyri at sleppa undan niðurflyting

Fyrsti dysturin í 20. umfari í næstbestu fótbóltsdeildini er á skránni longu í kvøld.

Hann verður í Sandavági, har 07Vestur fær vitjan av teimum næstbestu hjá HB.

Dagsskráin hjá heimaliðnum er at varðveita møguleikan at vinna uppflyting. 07Vestur er í tættari kapping við FC Suðuroy um seinna uppflytingarplássið. TB hevur longu so at siga tryggjað sær fyrra plássið. Bæði FC Suðuroy og 07Vestur hava 33 stig.

Hjá  HB snýr tað seg um at sleppa burtur av botnplássinum. HB og EB/Streymur eru niðast við 13 stigum, og KÍ er triði aftast við 15 stigum. Tað vil siga, at um tað eydnast HB at vinna á Valloyrini í kvøld, so fer liðið at lyfta seg upp um niðurflytingarstrikuna – í hvussu so er inntil leygardagin.

Hinir dystirnir í 20. umfari verða spældir leygardagin: KÍ-NSÍ, EB/Streymur-Víkingur, AB-FC Suðuroy og TB-B36.

07Vestur-HB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 19.00.