HB til Klaksvíkar í annaðkvøld

Finalan í Klaksvíkskappingini millum KÍ og HB verður í annaðkvøld

Finalan í Klaksvíkskappingini millum KÍ og HB verður í annaðkvøld í Klaksvík. Dysturin skuldi upprunaliga spælast í gjár, men bleiv útsettur vega veður. Nú boða fyrireikararnir frá, at finalan verður í morgin klokkan 18.00.

 

Les eisini:Finalan útsett

 

HB vann 2-0 á NSÍ, meðan KÍ vann 4-3 á B36 í hálvfinalunum. Fyrireikararnir boða eisini frá, at helst verður bronsudysturin millum NSÍ og B36 avlýstur.

 

HB vann í fjør kappingina við sgri á júst KÍ í finaluni.