HB tevjar aftur gull

Vodafonedeildin - HB hevur seinastu trý umførini hálað fimm stig inn á oddaliðið NSÍ. Sunnudagin vóru havnarmenninir á Sandi, har vertirnir gjørdu tað lætt fyri gestirnar at fáa øll trý stigini norður við. Símin Hansen sá enn eina ferð reytt

HB er fremsti avbjóðarin hjá NSÍ at vinna FM, men hóast B71 bara vóru 10 mans á vøllinum í ein góðan tíma, so kom avgerðin ikki fyrr enn tríggjar minuttir fyri tíð.
– Vit eru sum gandaðir ímóti B71 og bólturin vil bara ikki inn. Vit hava fleiri møguleikar at fáa mál, men antin eru vit óneyvir ella stendur Predrag Markovic í vegin, sigur Andrew av Fløtum.
B71 kom væl frá byrjan á Sandi og høvdu onkrar møguleikar at koma á odda.
– Vit byrja dystin væl og liggja tættir í teimum. Vit skapa eisini nakrar stórar møguleikar, men eftir reyða kortið hjá Símini Hansen blívur uppgávan sjálvandi nógv torførari, sigur Thomas Hans Rubeksen.
Aftaná 17 minuttir er tað Fróði Benjaminsen, ið legði HB á odda. Eitt B71 álop endar við at Rógvi Poulsen og HB fara í mótálop. Bólturin verður sendur innfyri, har Andrew av Fløtum akkurát er ov stuttur, men við handari stong er HB liðskiparin kom framvið og leggur HB á odda.

Reytt kort broytir dystin
Eftir ein tvídyst fellur Símin Hansen Rók av Fløtum Jespersen og fær beinleiðis reytt kort. Reyða kortið broytir fyritreyirnar hjá B71, men fyrstu løtuna eftir hendingina er tað B71, sum er omaná.
– Løtuna eftir reyða kortið fáa vit ikki spælið at hanga saman og tað er ikki fyrr enn vit koma út aftur til seinna hálvleik at vit fáa meiri tamarhald á dystinum, sigur Andrew av Fløtum
Hóast HB er at finna í toppinum og B71 at finna í botninum, so megnaði HB ikki at økja um leiðsluna fyrr enn stutt fyri tíð.
– So leingi tað bara var eitt mál á muni, so vistu vit, at bara ein feilur var nokk til, at B71 fekk stig. Ti spældu vit eitt sindur varið, men vit høvdu møguleikar at økja, sigur Andrew av Fløtum.

Tað var ikki fyrr enn nakrar fáar minuttir fyri tíð, at Andrew av Fløtum staðfesti sigurin hjá HB.
– Tá vit írokna stóru tapini og at vit spæla við 10 ímóti 11 í ein tíma, so haldi eg at hetta var eitt góðkent avrik. Vit stríðast allir fyri sakini og hava lagt óvanan við at tapa stórt aftur um okkum, sigur Thomas Hans Rubeksen.

Málsetningurin er FM
Hjá HB er málsetningurin greiður, teir ætla sær at bjóða NSÍ av í oddastríðnum.
– Nú er alt opið aftur og vit hava jú eisini ein dyst ímóti NSÍ, so í prinsippinum kunnu vit avgerða tað sjálvur, men tað eru eisini fleiri lið, sum nú hava møguleikan. Teimum skulu vit eisini møta, so tað verður torført, men málsetningurin er framvegis FM, sigur Andrew av Fløtum.
Komandi uppgávan hjá HB er ímóti FC Suðuroy í Gundadali. Seinast liðini møttust í Gundadali var í fyrsta umfari, tá endaði tað við javnleiki 4-4, eftir at FC Suðuroy hevði verið á odda fýra ferðir.
– Sæð útfrá úrslitinum, so var tað ikki ein góður dystur, men eg haldi eisini, at dysturin prógvar nakað annað. Hann prógvar, at vit kunnu spæla í mótgongd, tí vit eru jú aftanfyri fýra ferðir, men koma aftur hvørja ferð. Vit hava eisini havt mótgang tað mesta av kappingini, líka síðani vit taptu fyri B36 í steypakappingini. Vit eru nú bara tvey stig frá nummar eitt og vit hava ikki toppað enn, sigur Andrew av Fløtum at enda.