Fótbóltur
Eftir trý umfør hevur HB fulla úrtøku. Eftir trý umfør hevur B68 framvegis einki stig fingið burturúr. Tað kundi boðað frá stórum muni, men tað vil HB venjarin, Rúni Nolsøe, ikki hoyra talan um:
- Eg sá B68 síðsta leygardag spæla á Svangaskarði ímóti NSÍ. Hóast NSÍ vann 2-0, so beit B68 væl frá sær, og eg vil staðiliga undirstrikað, at eg á ongan hátt síggi hetta vera avgreiðsluspurning, og tað rokni eg avgjørt ikki við, at spælararnir fara at gera, sigur Rúni Nolsøe, sum í fjør hevði ábyrgdina, tá ið B68 vann næstfremstu deildina og flutti upp, og um nú er venjari hjá oddaliðnum HB.
Marcin David var eymur í fótinum í síðstu viku, tá ið hann ikki vandi. Hann hevur heldur ikki verið til venjingar í hesi vikuni, og tí verður tað aftur hesa ferð Tróndur Vatnhamar, sum fer at verja HB málið. Hans á Lag var orsaka av eymum knæi ikki við í Klaksvík. Andrew av Fløtum hevur havt trupulleikar síðani túrin í Klaksvík, men hóskvøldið vandi hann aftur, og hann verður heilt víst við ímóti B68.
Hjá B68 noyddist álopsspælarin Jacob Bymar at taka seg burturúr longu miðskeiðis í 1. hálvleiki ímóti NSÍ. Hesa vikuna hevur Súni Fríði Barbá vant meiri, og tað er ikki heilt óhugsandi, at hann verður partur av besta liðnum hesa ferð. Súni Fríði hevur higartil í ár hildið seg til næstbesta liðið, sum hann hevur venjaraábyrgd av.
Badera og Jóhan Petur Poulsen hjá B68 eru framvegis langtíðarskaddir.
Í B68 leingjast teir eftir at fáa stig á kontina. Teir halda kortini ikki, at støðan er vónleys eftir trý tey fyrstu umførini, tí B68 hevur higartil hitt Víking og EB/Streym á útivølli og NSÍ á heimavølli.
- Men liðini frammanfyri skulu helst ikki fara ov langt frá okkum, og tí er tað týdningarmikið, at vit fáa stig, bæði hesa ferð og tá ið vit mikukvøldið fara at spæla á Skála og annan sunnudag fara at fáa vitjan av KÍ, siga teir á Svangaskarði.