Fyri mong hevur HB verið tað stóra positiva yvirraskilsið í ár. Undan kappingini varð sagt, at HB at kalla fór undir eina langtíðarætlan, har tosið um gull og heiður mátti bíða í nøkur ár.
Nógvu ungu leikararnir hava tó tikið skjótt við læru, og eftir nakrar stigamissir tíðliga í kappingini, hevur gingið sum eftir ánnin hjá nýskipaða HB liðnum. Ja, somikið væl, at teir nú teljast millum heitastu biðlarnar til FM-gullið.
Torfør uppgáva
Hetta er tó als ikki nakað, sum teir vilja tosa hart um í HB húsinum.
- Vit taka ein dyst í senn, men í longdini er gullið sjálvandi onkustaðni í høvdinum, men tað tosa vit so slettis ikki um. Hetta sigur Rúni Nolsøe, sum aftur í ár er liðskipari hjá havnarmonnunum.
Longu nú eru fólk farin at tosa um dystin á Toftum um eina góða viku, men hetta vil liðskiparin als ikki hoyra talan um.
- Eg eri fullvísur í, at uppgávan hjá okkum sunnudagin verður minst líka torfør, og tí eigur hon at takast í størsta álvara. GÍ hevur ofta staðið seg væl í Gundadali, og tað ætla teir sær helst eisini at gera í ár, heldur altso Rúni.
Til dystin hevur HB annars allar leikarar tøkar. Eingi kort vórðu havd á lofti, tá oddadystur varð leiktur í Vági, og skaðar hevur heldur ikki verið talan um. Florin var leikbannaður ta ferðina, men nú er hann eisini tøkur aftur, og so er spurningurin, hvussu HB venjarin fer at blanda sær kortini hesu ferð.
GÍ kann avgera FM
Gøtumenn hava ikki sama trýstið á sær, sum HB leikararnir hava. Teir hava longu tryggjað sær atgongumerki til komandi europeisku kappingarnar, og í landskappingini er teirra leiklutur at kalla útspældur.
Tó ikki meira enn so, at teir eftir øllum at døma koma at hava ein týðandi leiklut, tá avgerðin um FM-heitið skal takast.
GÍ skal nevnliga royna seg móti øllum trimum gullbiðlunum, og kenna vit gøtumenn rætt, er einki at taka seg aftur í, at teir í øllum hesum dystum ætla at geva alt tað teir orka.
Til dystin móti HB tykist einasta ivamálið at vera Jóan Petur Olsen, sum hevur drigist við ein skaða. Hóskvøldið var framvegis ikki greitt, um hann fær spælt við.
Helgi L. Petersen er leikbannaður, eftir at gulu kort hansara eru vorðin ov nógv í tali, men vanliga sendir Johan Nielsen ellivu mans á vøllin, og tað ger hann allar helst eisini hesu ferð.