HB tapti í Malmø

HB tapti Champions League dystin móti Malmø FF 2-0. Støðan í hálvleikinum var 0-0. Malmø legði seg á odda tá dystur var ein góðan tíma gamal. Tað var Dardan Rexhepi, ið skoraði fyri svensku meistararnar.

 

Eitt lítið korter fyri tíð var HB verjan óheppin og gjørdi sjálvmál. HB vildi hava fríspark fyri støðuna beint áðrenn, men dómarin kvittaði við at geva Fróða Benjaminsen gult kort fyri at vísa á hetta.

 

HB vóru trýstir í botn fyri tað mesta av dystinum. Í seinna hálvleiki vóru teir reyðu og svørtu sjáldan frammanfyri miðjuna.

 

Seinni dysturin verður í Gundadali týsdagin 19/7.

 

Dysturin í tølum:

 

Malmø FF - HB 2-0 (0-0)

1-0 Dardan Rexhepi, 58

2-0 Rógvi Holm, 77 sjálvmál

 

Skot á mál: 7-1

Skot við síðuna av: 15-1

Horna: 15-1

Fríspørk 12-13

 

HB: Teitur Gestson, Rógvi Holm, Hanus Thorleifson(Kristin Mouritsen, 90+2), Fróði Benjaminsen, Kári Nielsen, Símun Samuelsen(Jón Krosslág, 90+3), Andrew av Fløtum(Jógvan Nolsøe, 88), Hendrik Rubeksen, Hans á Lag, Rógvi Poulsen og Pætur Jørgensen.

 

Á bonkinum:

 

Heðin Stenberg, Jón Krosslág, Ólavur í Ólavstovu, Kristin Mouritsen, Jógvan Nolsøe og Tróndur Jensen.

 

(Tøl: www.UEFA.com)