HB tapti á Eiði

Sigur á Skála ber við sær, at Víkingur nú er á fjórða plássi

Steypavinnararnir í HB vunnu einki, tá ið teir í kvøld vóru á Eiði. Teir rigga nú tilt at fara úr Hólmanum við 1-0 tapi.

Í kvøld vann Víkingur 1-0 á Skála. Sigursmálið skoraði Sølvi Vatnhamar, tá ið tað bara restaði ein lítil løta.

Úrslitini í kvøld bera við sær, at Víkingur nú er á fjórða plássi við 45 stigum, meðan HB er á fimta plássi við 44 stigum.

Leygarkvøldið vann HB steypafinaluna ímóti Víkingi. Tað ber við sær, at HB hevur tryggjaåð sær pláss í Europa næsta summar.

Um Víkingur skal vinna sær pláss í Europakappingini, so skal Víkingur vinna í minsta lagi triðja ploássið. Í løtuni er NSÍ á triðja plássi við 51 stigum. Víkingur skal við øðrum orðum vinna seks stig fleiri enn NSÍ í fýra teimum síðstu umførunum.

Ragnar Samuelsen, sum EB/Streymur í summar leigaði í B36, skoraði einasta málið í Hólmanum á Eiði í kvøld. EB/Streyma sigurin ber við sær, at EB/Streymur flytur fram á áttanda plássið við 15 stigum. Hetta er sama stigatal sum AB, men argjamenn hava verri málmun enn EB/Streymur. Tí er AB á níggjunda plássi.

Hetta var annar sigurin hjá EB/Streymi í fýra dagar. Sunnudagin vann EB/Streymur 3-2 í Fuglafirði.

Skála er á sætta plássi. Hetta var triðju ferð í ár, at Skála tapti við einum máli ímóti Víkingi. Fyrri dysturin á Skála endaði við 3-2 sigri til Víking, og dysturin í Gøtu endaði 2-1 til Víking.

 

EB/Streymur - HB 1-0 (0-0)

1-0: Ragnar Samuelsen

 

Skála - Víkingur 0-1 (0-0)

0-1: Sølvi Vatnhamar

 

B36231823461856
231733502354
NSÍ231633582551
Víkingur231436463145
HB231355552344
Skála238114233025
TB235414184519
EB/Streymur234316225115
AB234316235715
ÍF23131921666

 

24. umfar

Sunnudagin 29. september - á mikkjalsmessu

KÍ - ÍF

NSÍ - Víkingur

B36 - HB

AB - Skála

TB - EB/Streymur