HB tapti 4-0 á Kýpros

Kýpriotiska mótstøðuliðið skoraði tvey mál fyrstu 10 minuttirnar av Europaligudystinum ímóti HB í Nicosia HB hevur í kvøld spælt dyst ímóti Omonia Nicosia í Europaliguni.

Dysturin var á Kýpros, og HB-spælararnir fingu oyruni í maskinuna beinanvegin.

Longu tað slakir fýra minuttir vóru spældir, skoraði Christos Karipidis til 1-0 til Omonia, og tá ið góðir 10 minuttir vóru spældir, økti Christos Patsatzoglou til 2-0.

Góðar 10 minuttir fyri hálvleiki skoraði Maciej Zurawski til 3-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Í seinna hálvleiki helt HB tætt, til tað restaðu fimm minuttir. Tá skoraði Giorgos Efrem til 4-0, sum gjørdist úrslitið av dystinum.