HB tamdi reyða tarvin

Champions League - Teir eita einki minni enn Red Bull Salzburg, eftir heimskenda orkudrykkinum og teir hólvaðu HB av í Red Bull Arena. Men í gjár vísti HB, at skerpikjøt og seyðarhøvd eisini kunnu geva orku. Tá avtornaði skuldi HB eisini havt hólvað Red Bull Salzburg av, men neyvleikin manglaði framman fyri málinum

Tá tú hevur tapt fyrra dystin 5-0, so er ringt at skapa nakran stemning til seinna dystin. Tí valdi HB at bjóða til ókeypis Champions League fót­bólt í Gundadali. Tað blandaðu teir við einum framúr innsatsi, sum end­aði við einum frálíkum 1-0 sigri til før­oyska liðið.
– Tað er framvegis ov nógv at tapa við fýra málum samanlagt, men eg eri nøgd­ur við avrikið og dystin í dag. Mun­urin á dystinum í dag og tí fyrra er, at vit trúgva upp á tað og spæla sum eitt lið. Vit gera vøll­in lítlan fyri teir og standa tætt saman og geva teimum lítið pláss. Teir spældu seg sjáldan gjøgnum verjuna hjá okkum, og eg haldi, at vit vunnu uppiborið, sigur HB framherjin Andrew av Fløtum.

Hví er munurin so stórur?
HB vísti frá byrjan, at teir vóru ikki komnir á vøllin fyri at leggja kongin. Teir stríddust manniliga og serliga liðskiparin, Fróði Benjaminsen, og miðverjarnir báðir, Rógvi Holm og Thordur Hreidarsson, løgdu nógv fyri í nærdystinum. Men hví er tað so stórur munur á innsatsinum og dystinum í dag í mun til tann á Red Bull Arena?
– Vit høvdu ov stóra virðing fyri teimum tá og ein manglandi trúgv upp á okkum sjálvar. Vit halda at vit ikki duga at spæla fót­bólt, men í dag prógva vit at vit duga. Vit vóru sjálvandi ikki líka troyttir í hálvleikinum her sum í 33 hitastigum í Eysturríki. Vit ar­beiða hart í dag og trýsta teir langt frammi á vøllinum og royna at spæla okkara spæl, men bara á ein meir verjukendan hátt, sigur Andrew av Fløtum.

Okkara spæl framyvir
HB hevur næstan á hvørjum ári verið við í teimum evropeisku kapp­ing­unum, men tað hevur enn ikki eydn­ast teimum at spæla seg víð­ari yvir tveir dystir. Stundum hava úti­dystirnir kostað dýrt, har tap­ini eru blivin alt ov stór.
– Tað hevur ikki altíð gingið so væl hjá okkum í Evropa, men nú er tíðin komin til at vit spæla okkara spæl, sigur Andrew av Fløtum.
HB hevði í dystinum fleiri góðar møguleikar at skora. Einu ferðina kom Andrew sjálvur at standa púra leysur í brotsteiginum, men mál­maðurin kom út og vardi fyri. Thordur Hreidarsson stútaði eisini væl stutt fyri málið, men málmaður hjá Red Bull Sazlburg stórbjargaði. Seinastu løtuna av dystinum hevði HB upp til fleiri vandatøður, har teir kundu økt um leiðsluna.
– Tú brennur næstan altíð fleiri møguleikar, enn tú skorar uppá, og vit hava nakrar í dag, men mill­um annað eg brenni ein stóra møgu­leika. Trupulleikin hjá okkum er, at vit skulu út at minimera tapini á útivølli, so vit ikki skulu vinna 6-0 á heimavølli, staðfestur Andrew av Fløtum til seinast.

Tað ber til at vinna
á sterkari mótstøðu
Hóast tað ongantíð var nakar ivi um hvør kom víðari, so megnaði HB at skapa ein góðan og spennandi dyst bæði fyri seg sjálvar og teir lut­falsliga nógvu áskoðararnar. Før­oyskur fótbóltur manglar enn nógv fyri at kunna koma víðari úr fyrsta undanumfarinum við jøvnum mill­um­bilum, men HB prógvaði at tað letur seg gera at vinna á størri og sterk­ari mótstøðu.