Vodafonedeildin. Tríggir spælarar vórðu vístir av vølli, tá ið HB í Gundadali vann 5-0 á 07 Vestur. Í fyrsta umfari fingu meistararnir í HB einki stig, tá ið teir taptu 2-1 í Runavík.
Í dag hevði HB vitjan av uppflytarunum úr Vágum, og úrslitið er staðfesting av, at hóast nógvar broytingar hava verið á liðnum, síðani FM heitið var vunnið í oktober, so ætlar HB sær at vera við í toppinum.
Úrslitið var 5-0. Síðsta málið skoraði Hendrik Rubeksen.
Hálvleiksstøðan var 2-0.
Tríggir spælarar - tveir á heimaliðnum og ein av gestunum - vóru vístir av vølli í 2. hálvleiki.
Setningurin hjá uppflytarunum í 07 Vestur er at varðveita plássið í deildini. At vágamenn í dag hava tapt í Gundadali ger neyvan setningin meiri óveruligan, hóast tað sjálvandi er tungt at hava 5-0 tap í viðførinum vestur aftur.
HB-07 Vestur 5-0 (2-0)
1-0: Hendrik Rubeksen 32.
2-0: Jón Krosslá Poulsen 45.
3-0: Fróði Benjaminsen br 56.
4-0: Símun Samuelsen 79.
5-0: Hendrik Rubeksen 90.+2.
Dómari: Petur Reinert
HB: Heðin Stenberg - Pætur Jørgensen, Tórður Hreiðarson, Rógvi Holm, Hendrik Rubeksen - Hanus Thorleifsson (Páll M. Joensen, 81.), Fróði Benjaminsen, Vangur Mohr Mortensen, Ólavur S. í Ólavsstovu (Kristin R. Mouritsen, 75.), Símun Samuelsen - Jón Krosslá Poulsen (Óli Arege, 68.)
Gult kort: Hanus Thorleifsson
Reytt kort: Rógvi Holm 62.
07 Vestur: Hans Jørgensen - Sjúrður Ellefsen, Tehe Arestide,Rógvi E. Nielsen,
Sigtór Petersen, Tór-Ingar Akselsen, Jovan Panic, Badara Djedhiou (Henning S. Joensen, 65.), Holgar Djurhuus (Jón Nielsen, 63.), Eli F. Nielsen - Clayton Soares (Emil Mikkelsen, 76.)
Gult kort: Badara Diedhiou, Hans Jørgensen, Sigtór Petersen
Reytt kort: Jovan Panic 62., Sigtór Petersen (tvey gul) 71.
--------
80 min.
4-0
Nú tað resta tíggju minuttir av uppgerðini í Gundadali, er støðan 4-0 til HB.
Tríggir spælarar - tveir hjá 07 Vestur og ein hjá HB - eru riknir av vølli. Hjá 07 Vestur er talan um Jovan Panic og Sigtór Petersen.
---
Alt bendir á, at HB er við at leggja lunnar undir sannførandi sigur ímóti 07 Vestur, sum vitjar í Gundadali.
Fyrsta bríksli var klokkan 15, og eftir 1. hálvleik var heimaliðið frammanfyri 2-0. Málini vórðu skorað síðsta korterið undan steðginum.
Vinstri vongverjin, Hendrik Rubeksen, setti hol á eftir hornasparksinnlegg, og Jón Krosslá Poulsen, sum undan hesum kappingarárinum flutti úr FC Suðuroy og til HB, skoraði seinna málið. 07 Vestur var í álopið, og HB gjørdi skjótt av í mótálopi. Hetta var fyrsta málið, sum Jón hevur skorað fyri HB.
2. hálvleikur var lítið korter gamal, tá ið Fróði Benjaminsen umsetti brotsspark til 3-0 leiðslu.
Tá ið støðan framvegis var málleysur javnleikur bjargaði HB á strikuni, eftir at Clayton Soares hevði roynt seg.
HB-07 Vestur
Dómari: Petur Reinert
HB: Heðin Stenberg - Pætur Jørgensen, Tórður Hreiðarson, Rógvi Holm, Hendrik Rubeksen - Hanus Thorleifsson, Fróði Benjaminsen, Vangur Mohr Mortensen, Ólavur S. í Ólavsstovu, Símun Samuelsen - Jón Krosslá Poulsen
07 Vestur: Hans Jørgensen - Sjúrður Ellefsen, Tehe Arestide,Rógvi E. Nielsen,
Sigtór Petersen, Tór-Ingar Akselsen, Jovan Panic, Badara Djedhiou, Holgar Djurhuus, Eli F. Nielsen - Clayton Soares