Fótbóltur
Gaman í hevur HB vunnið onkran hálvan sigur á skrivaraborðinum seinastu tíðina. Men á vøllinum hava avrikini ikki staðið mát. Undan dystinum sunnudagin høvdu áskoðararnir hjá HB bíðað í 35 dagar eftir einum sigri. Ella við øðrum orðum, so høvdu tey bíða í fýra landskappingar- og tveir Intertoto-dystir eftir sama sigri.
Uttan sjálvsálit
Og hetta sást so ruddiliga aftur í avrikinum á vøllinum sunnudagin. Hóast veðrið sunnudagin kanska ikki var til tað flótandi fótbóltsspælið, so makaði hann vindin undan dystinum, og tí var væl spælandi, tá liðini fóru á vøllin.
HB var undan dystinum greiður favorittur, og fyrstu løtuna høvdu teir eisini bóltin nógv meira. Men tað var eyðsæð, at liðið als ikki hevði sama »drive«, sum teir annars hava havt í ár. Talan varð fyri tað nógva um alibi-avleveringar, har menn fyri alt í verðini ikki vildu gera mistøk, heldur enn at hugsa um at koma fram til møguleikar. Og í trýstum støðum vóru spælararnir alt annað enn róligir í handfaringini av rundu leðurkúluni.
Í so máta vóru gestirnir í nógv betri javnvág. Teir kendu sín leiklut sum underdogs, og við halda eina stramma verjuskipan og við at dúva upp á kontraálop høvdu teir eitt fínt konsept, sum teir støðugt hildu fast um.
Tað var tó um reppið, at Panic skapti panikk í toftaverjuni, tá hann eftir hálvum tíma rann seg leysan, men í evstu løtu tacklaði Kári Hansen serban, og hóast HBararnir vildu hava fríspark og kanska reytt kort, so tagdi dómarafloytan.
Skaptu sær mótbrekku
Í tveimum atløgum innan vanligu 90 minuttirnar eydnaðist tó HB at gera sær dælt av yvirvágini, sum teir høvdu. Men í báðum førum varð fyrimunurin av hesum mest sum alt fyri eitt sleptur, tá gestirnir sektaðu vantandi konsentratión hjá heimaliðnum.
Fyrsta málið í dystinum kom, eftir at Jovan dróg seg leysan í vinstru. Skotið var sum alt annað enn beint, men á baklinjuni fekk Jákup á Borg fatur á bóltinum, sum við eini fyrstuferðs-sending varð lagdur fyri føturnar á púra blanka Páll M. Joensen. Men beint fyri steðgin gekk galið, tá uppdekkingin við innkast var alt annað enn góð. Alt endaði við, at Ralph Van Dooren smekkaði til, og verjuroyndin at blokera skotið gav bara tað úrslit, at Tróndur Vatnhamar varð fullkomuliga snýttur.
Trýst uttan úrslit
Útjavningin undan steðginum var sum vátur vøttur hjá HB, fyri tað nógva var sjálvsálitið eins lítið eftir steðgin, sum tað var fyrstu trý korterini. Hjá áskoðarunum mundu vónirnar kvinka rættiliga nógv uppeftir, tá Rógvi Jacobsen tíðliga í seinna hálvleiki varð sendir á vøllin, men heldur ikki hann fekk tó broytt tað heilt stóra.
Við Rógva á liðnum byrjaði HB eisini at skapa sær eina massiva yvirvág í spælinum. Teir fingu ein ordans skelk, tá Øssur Hansen sera hegnisliga sendi Johan Petur Poulsen púra blankan móti málinum, mne hann megnaði ikki at halda høvdið nóg kalt, tá hann skuldi runda Trónd Vatnhamar í málinum.
Yvirvágin hjá vertunum tóktist tó ikki geva nakað, og hon var eisini fjarðað burtur, tá HB við einum skjótum frísparki snýtti sovandi B68-verjuna til 2-1. Men enn einaferð komu armarnir ov seint niður hjá vertunum. Útjavnandi málið hjá toftamonnum var tó ein sonn perla úr enda í annan, men tað skerst ikki burtur, at HB-miðvøllurin fullkomuliga seldi seg, tá teir royndu at leggja trýstið høgt. Tað legði Johan Petur tó lítið í, tá hann sera hegnisliga fluktaði í kassan uttan møguleika hjá málverjanum at verja fyri.
Seint í gloymibókina
Og so máttu tey í HB bíta negl fram til seinasta bríkslið. Áskoðararnir høvdu helst meira ella minni góðtikið, at sigurin mátti bíða enn eitt umfar, men í evstu løtu kom forloysingin. Eitt seinasta desperat trýst endaði við eini røð av frí- og hornaspørkum. Tað seinasta av hesum sendi Rasmus Nolsøe tætt at málinum, og har fekk innskifti Mortan úr Hørg við pannuni stýrt bóltin í kassan.
Fagnaðurin á HB-spælarunum var av slíkum slag, at linkaða trýstið nú mundi standa greitt fyri øllum. Eitt trýst, sum hevur havt forkrampað avrik við sær seinastu tíðina. Og hóast talan so langt í frá var um sannførandi avrik, so skerst ikki burtur, at sama trýstið nú er linkað nakað.
Toftamenn vóru hinvegin knústir. Vreiðin varð vend móti dómaranum, sum teir hildu evði mistikið seg, tá hann dømdi fríspark, sum førdi til avgerandi hornasparkið. Hvussu var og ikki, so mundi hetta mest av øllum botna í frustratiónum um, at málið ikki varð rokkið. Men at dysturin ístaðin varð taptur í 94. minutti. Men júst slíkar hendingar tykjast onkursvegna eisini at fylgja teimum liðum, sum longu hava tað strævið.










