HB tók ikki møguleikan

Føroysku meistararnir høvdu góðar fortreytir fyri at fáa eitt gott úrslit ímóti litavisku meistarunum FBK Kaunas, men útiliðið fór við einum 1-0 sigri

Tað var við góðum treysti, at reyða og svarta havnarliðið fór undir fyrra dystin í fyrsta undanumfarinum til Champions League. FBK Kaunas sá á ongan hátt ræðandi út, og tí sá HB sær ein møguleika at tryggja sær eitt gott útgangsstøði til seinna dystin.
Men hóast FBK Kaunas er eitt tað veikasta meistaraliðið, sum føroysk lið hava møtt, so fekk HB einki burturúr. Kaunas fekk nevniliga einasta málið í dystinum, tá fimtan minuttir vóru eftir á urinum.
HB hevði annars fleiri atsóknir ímóti Kaunas málinum enn mótstøðuliðið í einum dysti við fáum veruligum málmøguleikum annars. Tí var tað við ringum smakki í munninum, at havnarliðið mátti taka til takkar við einum tapi, og dreymurin um at sleppa víðari er brostin.

Royndirnar
Tað var týðuligt, at HB-venjarin Frank Skytte ætlaði sær at dúva uppá teir royndu menninar í hópinum. Bert tríggir leikarar, sum byrjaðu inni, vóru yngri enn 27 ár, so at allir leikararnir hjá HB høvdu roynt slíkt áður. Tó skal nevnast, at allir leikararnir, sum sótu á beinkinum, vóru yngri enn 23 ár.
HB stóð seg eisini væl gjøgnum dystin, men hepni og neyvleikin í avgerandi løtunum var ikki til staðar.
Tað var annars FBK Kaunas, sum fekk fyrsta málmøguleikan, tá Martin Christensen framdi eitt fríspark beint uttanfyri brotsteigin. Skotið hjá litaviska leikaranum fór tó beint í múrin.
Tá tíggju minuttir vóru farnir var Andrew av Fløtum um reppið at leggja HB framum. Hans á Lag sendi innfyri úr vinstru til Andrew, men málverjin var skjótur út og fekk hondina á bóltin júst í tí løtu, tá Andrew skuldi seta høvdið á bóltin. Kaunas verjan fekk síðani ruddað tann leysa bóltin burtur av vandaleið.

Kaunas verjan stóð stinn
HB stóð seg væl fyrstu løtuna, men miðverjan hjá Kaunas var stinn. Serliga legði tú merki til Darius Gvildys, sum var eitt fjall í verjuni.
Símun Eliasen hevði ta næstu royndina hjá HB. Rógvi Jacobsen var hægstur við aftaru stong og skallaði eitt hornaspark inn fyri málið aftur. Har royndi Símun Eliasen seg við einum frekum saksasparki, sum tó fór framvið málinum.
Kaunas hevði eisini onkra roynd fyri steðgin, og slovakin Milan Pastva fekk ein góðan møguleika, tá hann ótarnaður slapp at seta høvdið á eitt innlegg, men eingin megi var í høvdaranum.
Karsten From lá í høgra borði, og hann fekk onkuntíð høvi at nýta sína ferð niðaneftir vøllinum. Ta einu ferðina sendir Rúni Nolsøe danan avstað, og hann sendir innfyri til Andrew, men enn einaferð fær ein verjuleikari høvdið á bóltin í síðstu løtu.

Lág ferð
Tað sást á øllum brøgdum, at HB hevði ilt við at seta ferð á, tá álop skuldu setast í verk. Tað gekk mangan ov seint fyri seg, tá bólturin varð fluttur frameftir vøllinum. Undirlagið hevði sjálvandi nakað við hetta at gera, og tað darvaði álopsspælinum nógv.
Karsten From, sum óivað var fegin um at spæla á grasi aftur, var kanska tann vandamiklasti leikarin hjá HB. Stutt eftir steðgin fór hann enn einaferð avstað í høgru síðu. Hann fór framvið einum leikara og skuldi síðani leggja innfyri til Andrew av Fløtum, men høgri bakkur hjá Kaunas kom væl aftur og koyrdi bóltin út til horna.
Tað tóktist sum at Kaunas-leikararnir vóru eitt sindur kroystir ta fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, men tað eydnaðist ongantíð hjá HB at spæla seg fram til opnar málmøguleikar.

Málið
Men so fekk HB mønustingin, tá eitt korter var eftir. Toppskjúttin hjá Kaunas Martin Opic, sum av ókendum orsøkum byrjaði á beinkinum, varð settur á vøllin, og hann gjørdi beinanvegin vart við seg.
Hallur Danielsen nýtti hondina at steðga bóltinum úti í høgru síðu, og tað gav Kaunas eitt fríspark, sum Martin Opic ótarnaður slapp at høvda í netið uttan møguleika hjá Bárði Johannesen at bjarga.
Málið setti eitt sindur av lívi í HB-leikararnar, og í tí næsta álopinum royndi Andrew seg við einum frekum skoti langt úti frá. Hann sneiddi fyrst ein verjuleikara av, varnaðist at málverjin stóð nakrar metrar frá málinum og langaði so til, men málverjin fekk nevarnar á bóltin.
Nicu Dogaru fekk óivað tann størsta málmøguleikan hjá HB í øllum dystinum. Hans á Lag vann ein luftbólt við handaru stong eftir hornaspark og legði inn til Nicu, sum stóð púra leysur á málteiginum, men skotið fór langt omanfyri málið.
Móti endanum fekk Andrius Gedgaudas tað reyða kortið, tá hann fekk sítt næsta gula kort, men HB megnaði ikki at fáa útjavnandi málið.
Kaunas hevði hinvegin nærum einki at bjóða uppá frameftir vøllinum, og teir tóktust nøgdir við ein javnleik frá byrjan av, men tað eydnaðist teimum tó at fáa vinnandi málið.
Í dag fór hópurin til Danmarkar á stutta venjingarlegu, áðrenn teir leggja leiðina til Litava, har HB kann vænta at møta einum nógv sterkari liði, tá spælt verður í Kaunas komandi mikudag.