Tað er eingin loyna, at leiðslan í HB hevur arbeitt við fullari megi fyri at styrkja um liðið undan Champions League dystinum, tí um HB megnar at koppa litaviska meistaraliðnum úr Kaunas, stendur enska stórliðið Liverpool allarhelst fyri stavn.
Royndir danir
Evstamark fyri at senda leikarayvirlit til UEFA var mikukvøldið á midnátt, og í HB fingu teir síðstu detaljurnar upp á pláss stutt fyri evstamark. Tvey nýggj nøvn eru á listanum, og talan er um tveir royndar danskar spælarar.
Talan er um teir báðar, Jan Larsen og Martin Nielsen, sum báðir eru gamlir liðfelagar hjá HB-venjaranum, Heina Fernandez, og sum báðir hava roynt seg í altjóða dystum við góðum úrsliti.
Bæði Jan Larsen og Martin Nielsen vóru við, tá ið Viborg við Heina Fernandez á liðnum á sinni basti russiska stórliðnum Spartak Moskva í UEFA-kappingini, og tað var um reppið, at teir í næsta umfarinum bastu spanska Rayo Vallecano.
Jan Larsen er júst givin sum yrkisleikari í Randers FC, sum flutti niður úr Superliguni. Heine Fernandez sigur, at Jan Larsen kann spæla allastaðnis á miðvøllinum og í verjuni, og at Jan Larsen er ein gløggur spælari, ið kann halda høvdið kalt, tá ið nógv stendur á, og tað kann gerast umráðandi í Champions League dystunum hjá HB.
Martin Nielsen er í løtuni leikandi venjari hjá danmarksseriuliðnum Brande, og hann er ein royndur verjuleikari.
Tað er eingin loyna, at HB eisini arbeiddi við at fáa ein álopsstyrk, men hetta kiksaði í allarseinastu løtu, tá ið ein avtala annars var við at verða gjørd, greiðir Heine Fernandez frá.
Ov nógv mál farin inn
HB-venjarin sigur, at tað er týdningarmikið hjá HB, at teir fáa styrkt um verjupartin, tí higartil í ár eru alt ov nógv mál farin ígjøgnum, sigur hann.
Tí er tað ógvuliga umráðandi, at teir hava fingið spælarar við slíkum royndum at styrkja um liðið hjá sær, soleiðis at tað helst verður truplari hjá mótstøðuliðunum at skora móti HB.
Í HB ætla teir at gera so nógv sum møguligt fyri at fyrireikingarnar til uppgerðirnar móti Kaunas verða so góðar sum gjørligt.
- Vit hava ætlanir um at keypa spælarunum frí frá mánadegnum av, soleiðis at vit fáa fyrireika okkum optimalt, sigur Heine Fernandez.
Teir báðir dansku spælararnir koma til Føroya ein av fyrstu døgunum, og avtalurnar, ið HB hevur gjørt við teir er bert galdandi fyri dystirnar móti Kaunas, sigur HB-venjarin.
Í HB vita teir, at tað verður ógvuliga, ógvuliga trupult at røkka næsta umfarinum, men eydnast tað, og Liverpool bíðar, so hevur tað stóran fíggjarligan týdning fyri HB. Tveir dystir móti Champions League vinnarunum høvdu helst merkt eina inntøku upp á slakar 10 milliónir fyri HB.
Um tað skuldi hent seg, so verður liðið hjá HB tó ikki styrkt til møguligu uppgerðirnar móti Liverpool.









