HB stuðlar rinda avgjaldið

Stóri vinningurin, sum 12 ára gamla Marita Thorsteinsson vann á lutaseðlinum hjá HB stuðlum, gevur eisini landskassanum nakrar krónur í avgjaldi. HB Stuðlar rinda avgjaldið

Tað er ikki púra ókeypis at luta burtur og vinna stórar vinningar í eydnuspølum. 15 prosent skulu latast í avgjaldi fyri slíkar vinningar. Viðhvørt er tað vinnarin, og viðhvørt er tað seljarin, sum skal av við avgjaldið.
Søgur eru farnar at ganga um, at HB Stuðlar hava forroknað seg við avgjaldinum fyri stóra vinningin á lutaseðlinum, sum drigin varð herfyri. Sagt verður, at seljarin hevði gloymt at viðmerkja, at gjaldið skuldi dragast frá vinninginum, áðrenn hann kundi heintast.
?Tað er skeivt, sum hesar søgur siga, sigur Sólbjørn Thomsen, formaður í HB Stuðlum. Vit hava sjálvandi alla tíðina vitað av hesum, og sjálvandi fara vit ikki at áleggja einum vinnara eitt gjald upp á einar 150.000,- krónur. Tað gjalda vit, staðfestir hann.

Rørandi løta
Tað var ein rørandi løta at standa í HB húsinum og skula handa eini 12 ára gamlari gentu prógv fyri, at hon var vorðin millionerur, sigur formaðurn í HB Stuðlum.
?Marita var eitt sindur smæðin, tókti mær, tá eg tók í móti henni uttanfyri. Men tað er væl skiljandi, og eg haldi ikki, at tað var rættiliga gingið upp fyri henni, hvat hent var. Hon heðvi satsað hundrað krónur upp á ein lutaseðil, og tað hevði so gjørt hana til millioner. So tað er skiljandi, at hon var ørkymlað.
Tað var eisini eitt sindur løgið hjá okkum, tí tað er ikki vanligt at hava móttøku fyri eini gentu, sum hevur verið í Danmark á vikuskiftisferð við ommuni, sigur Sólbjørn Thomsen.
Men løtan var stak hugnalig, og nokk so fitt av fólki var komið saman. Har vóru nógv HB fólk og familja, vinir og kenningar hjá Maritu, greiðir Sólbjørn Thomsen frá.

Nøgdur við úrslitið
Stuðlaformaðurin er nøgdur við úrslitið av hesum stóra átakinum hjá HB Stuðlum.
?Tað vóru nógv, sum søgdu við okkum, tá vit byrjaðu upp á hetta, at vit vóru svakir. Men tey áttu at vitað, at tá vit svøku, sum sita í nevndini fyri HB Stuðlum, fara undir okkurt, kann tað mestsum bara blíva svakt. Men tað eydnaðist væl, Og tað høvdu vit eisini væntað, sigur hann.
Søgur hava gingið um, at væl fleiri enn 20.000 seðlar, sum lýst hevur verið við, eru prentaðir. Men tí vísir Sólbjørn Thomsen aftur.
?Vit ætlaðu alla tíðina at selja 20.000 seðlar, og tað hildu vit okkum til. Og vit seldu allar, leggur hann afturat.
At onkur vinnaraseðil hevur nummar, sum er væl hægri enn 20.000, kemst av trygdini. Okkurt tekniskt, sum teir, ið prenta seðlar, hava fyri, og sum hann ikki rættiliga veit at útgreina, sigur hann.
?Tá alt er avroknað, roknar Sólbjørn Thomsen við, at einar 800.000,- krónur fara at liggja eftir hjá HB Stuðlum.
Hann heldur ikki, at tað var skeivt av teimum at taka so rívan til, og at tað kann fara at gera møguleikar hjá øðrum feløgum, sum ikki hava so nógv at taka av til vinningar, verri.
?Tey mugu bara laga seg eftir tí, tey hava. Vit kunnu bara hugsa um okkum sjálvar, sigur hann.