HB-stuðlar fingu næstan fyri bótina

Ikki óvæntað, so var eitt av heitastu samrøðuevnunum í Gundadali ikki dysturin hjá HB móti Skála, men heldur endurføðingin hjá HB í steypakappingini.
Her var partur av revsingini, at HB fær eina bót á 15.000 kr., men tað verður nokk ikki tann heilt stóri trupulleikin at rinda hesa.
HB-stuðlar høvdu á degnum skipað fyri innsavnan, og til endamálið varð ein stórur kassi settur upp í HB-húsinum. Til samans høvdu viðhaldsfólk og sympatisørar lagt 11.418 krónur í kassan, og so er ikki langt eftir á mál til tær 15.000.Og so kundi stadion-speakarin heldur ikki bara sær, men mátti koma við tí, sum helst var dagsins viðmerking, tá Páll M. Joensen varð sendir á vøllin í seinna hálvleiki: »Og inn kemur Føroya kendasti fótbóltsspælari í 150 dagar&«